Stjørnan styrkir venjaratoymið
Í Stjørnuni fer Marko at hava høvuðsábyrgdina av barnavenjingunum, har hann skal vera við til at menna yngstu leikararnar og styrkja grundarlagið undir framtíðararbeiðinum í felagnum, boðar Stjørnan frá í dag
Stjørnan skrivar:
Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Marko Brezic vælkomnum til Stjørnuna
Marko hevur drúgvar royndir innan hondbólt á hægsta stigi og kemur til felagið við einari sera sterkari og fjølbroyttari venjarabakgrund. Hann hevur EHF Pro Master Coach Licence, sum er hægsta venjaraútbúgvingin hjá Evropeiska Hondbóltssambandinum.
Gjøgnum meira enn 35 ár sum venjari hevur Marko arbeitt við bæði ungdóms- og vaksnamannadeildum í fleiri londum, millum annað í Kroatia, USA, Qatar, Noregi, Italia, Týsklandi, Finnlandi, Póllandi og Eysturríki. Hann hevur eisini havt uppgávur innan landsliðshondbólt, har hann millum annað hevur verið høvuðsvenjari hjá amerikanska kvinnulandsliðnum.
Seinastu árini hevur Marko verið partur av venjaratoyminum hjá Podravka Vegeta, sum hevur vunnið kroatisku meistaraheitini og steypakappingina, samstundis sum felagið hevur luttikið í bæði EHF European League og EHF Champions League.
Í Stjørnuni fer Marko at hava høvuðsábyrgdina av barnavenjingunum, har hann skal vera við til at menna okkara yngstu leikarar og styrkja grundarlagið undir framtíðararbeiðinum í felagnum. Harumframt verður hann hjálparvenjari hjá SMS-kvinnunum, har hansara stóra vitan og altjóða royndir fara at verða ein týðandi styrki fyri liðið.
Vit eru sera fegin um at hava fingið ein so royndan venjara til felagið og gleða okkum til samstarvið.
Hjartaliga vælkomin til Stjørnuna, Marko!