Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.06.2026 - 07:44 Mentan Tíðindi

Seinasti filmur í Filmsfelagnum fyri summarsteðgin er fyrsti filmur, sum sjónleikarin Marijana Jankovic (f.1982), stjórnar "Hjem". Hon var seks ára gomul, tá húskið flutti úr Svartfjallalandi, Montenegro, til Danmarkar.

 

"Hjem" verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 10. juni kl 20:00.

Nýggi danski spælifilmurin, "Hjem", tekur við í 1991, tá stríð er á Balkan og alt syndrast í kríggi. Vónleysa støðan ger, at seks ára gamla Maja fer við foreldrunum til Danmarkar, meðan teir báðir beiggjarnir eru eftir, men skjótt skulu verða aftur saman við teimum.

Men lovaða landið, Danmark, er ein avbjóðing hjá tilflytarunum, og serliga Maju, sum undrandi eygleiðir foreldrini, tá tey í einum og øllum laga seg til atferð og siðir í nýggja landinum.

Meðan mamman og pápin stríðast fyri uppihaldinum, og mugu sanna at nýggja landið er ikki eitt ævintýraland, kemur Maja skjótt eftir fremmanda danska málinum, og verður vaksnamannaálitið hjá foreldrunum.

Nógv ár seinni er hon kend listakvinna í Danmark. Men undir listaligu eydnuni er ein syndran av gleðiskensluni, sum fer frá gleði til sorg og aftur til takksemi fyri nýggja lívið, hon hevur fingið, og tað strev, foreldrini hava tikið á seg, so hon sjálv kundi fáa eitt sorgleyst lív - men alt hevur ein prís. 

Leikarar í nýggja danska spælifilminum, "Hjem", eru Dejan Cukic, Jesper Christensen, Claes Bang, Zlatko Burić, Jesper Christensen, Nada Sargin og Trine Dyrholm.

Eftir sýningina ber sum vant til at fara í Paname á Vaglinum og fáa tvey fyri eitt.

10/6 kl 20:00 Hjem (Marijana Jankovic Danmark 2026 105 min)

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…