Lýsing
Lýsing
Lýsing

Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og góðkend

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  04.06.2026 - 08:56 Tíðindi

Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 24.10.2025 Umhvørvis-málaráðnum uppskot til byggisamtyktarbroyting millum økispart A18 og B9 í almennu byggisamtyktini til góðkenningar.

 

Uppskotið til broytingina snýr seg um, eina regulering millum A18 (Blandað íbúðar- og vinnuendamál) og B9 (Vinnuøki) í samband við bygging.

Uppskotið lá frammi til viðmerkingar frá 12.02.2024 til 04.03.2024. Kærutíðin var úti 25.03.2024.
Tá freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevði kommunan fingið tvær kærur. Kærurnar fingu ikki viðhald.

Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til viðgerðar, og hevur nevndin viðmælt ætlaðu broyting. Heilsu- og orkumálaráðið hevur somuleiðis viðgjørt málið, og tekur undir við viðmælinum frá Býarskipanarnevndini og hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini, góðkent broytingina av økisparti A18 og B9 í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu.

Byggisamtyktin sæst her: Galdandi byggisamtykt - Klaksvíkar kommuna

Økisblað A18 er at síggja í skjal Blanda íbúða- vinnuendamál A1-A32 s.32.
Økisblað B9 er at síggja í skjal Vinnuøki B1-B27 s.9.
Víst verður til løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 2. mai 2025

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…