Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ vann sera undirhaldandi dyst

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  13.05.2026 - 22:27 Ítrottur Tíðindi

(Dystarfrásøgn) KÍ var stóran part av dystinum greitt omaná í sera undirhaldandi hálvfinalu í kvøld.

Hetta var kanska ársins besti dystur higartil í ár sambært fleiri. Fótbóltslíkindini við vátum veðri vóru framúr og so høvdu bæði liðini lívligar áskoðarar. Hetta hevur KÍ ikki havt fyrr í ár, men tað settu leikararnir týðuliga prís uppá bæði við onkrum av málunum og eftir dystin. Kanska vóru karmarnir eisini við til at gera roynda KÍ-liðið rættuliga væl upplagt í kvøld.

 


Ferðmikil fyrri hálvleikur

Frá byrjan var leikferðin sett so høgt, sum vit ikki hava sæð áður til nakran dyst í Klaksvík í ár. KÍ setti seg á dystin og var kropsliga greitt omaná, har trýstspælið sat væl. NSÍ var trýst aftur, men verjan hjá NSÍ stóð væl hendan hálvleikin serliga, tá KÍ oysti nógv innlegg í brotssteigin. Og tá brúk var fyri honum, so vísti Tom Amos stórspæl í málinum. NSÍ hótti sjáldan, men einaferð var nær við eftir frísparksinnlegg. 0-0 í hálvleikinum, men vælnøgdir áskoðarar hjá heimaliðnum, tí hesa útgávuna av KÍ hava fólk ikki sæð á heimavølli fyrr í ár, har spælið mangan hevur gingið alt ov seint.

 


Málveitsla í seinna hálvleiki

Málini manglaðu í góða fyrra hálvleikinum, men tey komu í seinna hálvleiki, sum bleiv eitt fýrverk av einum hálvleiki. NSÍ kom í løtum betri við og tóktist hava lætt við at skapa møguleikar, tá teir komu fram, tí teir gulu vóru ikki so ofta í KÍ-brotssteiginum. NSÍ kom á odda, men KÍ svaraði beinanvegin aftur og kom eisini framum. NSÍ svaraði aftur, men seinastu tvey málini átti KÍ og so kókaði á Djúpumýru. Tað var ikki fyrr enn seinastu minuttirnar av KÍ tók ferðina av, helst tí orkan væl skiljandi var farin, og spældi meira verjukent. NSÍ fekk eisini stóran møguleika at minka, men royndin fór viðsíðuna av.

 

Fleiri leikarar bjóðaðu seg fram

Hjá KÍ hevur álopsspælið hingið nógv á Árna Frederiksberg í ár, men í kvøld bjóðaðu aðrir til og vóru við í málunum, har tað skal sigast, at KÍ eisini fekk góða hjálp frá ivasomum NSÍ-verjuspæli í tveimum av málunum. Serliga Filip Brattbakk og Oussama Ali vóru eyðsýndir, har teir báðir vóru við í trimum teimum fyrstu KÍ-málunum, meðan innskiftu Erlend Hustad (mál) og Jonn Johannessen (upplegg) stóu fyri fjórða málinum. 4-2 til KÍ gjørdist úrslitið í hesum sera undirhaldandi dystinum, og tí verður alt avgjørt í Runavík 24. juni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…