Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjelnæs, og Mann hennara Henning Christensen
Sum yngst av seks systkin, kom tú Eydna í hendan heim 1.maj 1949, Foreldur tíni vóru Valborg Hansen, og Thomas Juul Kjelnæs, sum eisini bleiv Róptur Bakarin í Víkunum
Mamma Tín Valborg sum var Dóttur Christian Magnus Hansen og Sára Sofie Malene Poulsen úr Kollafirði, hevði 7 Systkin, Poul Eli, Simona Christina, Thorvald, Jógvan Sofus, Gulak, William og Marianna, Mammubeiggjar Tínir, kanska mest kendir fyri at Byrja og eiga Fyritøkuna úti í Klaksvík, sum kallaðist ìdni.
Pápi Tín Thomas sum var sonur Malena Johannesen og Ludvík P. Kjelnæs, hevði 6 systkin, Henrikka Sophia, Ingeborg, Joen Pauli, Henrietta Elisabeth, Andrea Sofia, og Brynhild, Bakaríði í Víkunum var ein kend fyritøka, eins og Bakaríði hjá Kjelnæs úti á Reynið í Tórshavn, og fara vit enn longur aftur, kemur Ættarnavnið úr Kollafirði, av Kjalnesið.
Bert eru tað 12 ár ímillum okkum baði, Kári boyggi tín og Pápi mín, er 10 ár eldri enn tú, og var Pápi við til at yvirtaka bakaríði í Víkunum longu sum 24 ára gamal, hettar orðsaka av at Tummas abbi gjørdist veikur, og eisini hart raktur av sjúku.
Tíðum var eg við Pápa til arbeiðis sum smádrongur, Mamma tín og Omma mín, hevði altíð okkurt lekkurt nýbakað úr forrætningini, og mangir biltúrar runt í býnum møguligir fyri meg, so har treivst eg serliga væl.
At trívast hjá mær, gjørdist bert betri av at tú Eydna eisini búði í Víkunum tá, sum ung genta trillaði tú meg í Barnavogni, eg var eisini uppkallaður eftir Boyggja tínum, sum bert gjørdist um 1 mánaða gamal, og tá Abbi vildi loyva mær sum 5 ára gamal at geva sær Insulin sprøjtu, var tú aftur klár at hjálpa mær, og legði tú mær hettar til rættis, so eg fleiri ferðir kundi hjálpa Abba við tíð seinni.
Ein ungur Maður úr Norður Jýlland kemur til Klaksvíkar at arbeiða sum Brugs Uddeler. Hann Kallaðist Henning Christensen, ein heilt fantastiska fittur Maður, og skjótt gjørdist tit forelskaði, og blivu par, har vóru tveyð rúm til vinstru fyri gongina í Víkunum, tey vóru tíni tá, tað eina var títt kamar, og hitt nýtti tú seinni til at hava eina frisør salong, meg minnist enn, pynti sum tú nýtti til salong tína, ímillum annað Trolið við teimum flottu grønu glaskúlunum, tað var so flott so flott, og Omma og Abbi vóru so stolt av tær.
1967 gjørdist eitt sorgar og gleðisár fyri teg, fyrst fór Pápi tín sum ikki orkaði meir, og so tað gleðiliga fyri teg at gerðast Mamma at tvíburðum í desember. Henning og tú fingu fýra deilig børn, Vinnie og Connie í 67, eftir tað flyta tit til Aalborg, og byrja forrætningina har sum tit alt lívið undir sama navnið róptu HC Sko, og tit arbeiddu eisini saman og væl alt lívið, Thomas bleiv føddur í 73, og Kristian føddur í 76, Kristian sum er uppkallaður eftir Mammubeiggja sínum Christian Sofus, sum bert gjørdist 2 ½ ára gamal.
Í 73, tá Thomas kom, velur Omma at selja í Víkunum, fyri síðani at flyta til Blendstrup har tit búðu fyri at verða tær Fastur til handa og hjálp, eins og at hálpa systir tíni Malfrid sum hevði átt Gert í 71, Malfrid var jú Gift við Sven Erik og búði og Býr enn í Keypmannahavn og eigur trý børn, Stig frá 59, Heidi frá 60, og Gert frá 71, Malfrid systur tín býr á Røktarheimið í Keypmannahavn í dag.
Ì 76 kemur so Kristian, hann er búsettur á Oyðni Egholm, sum liggur líka Vestanfyri Aalborg.
Boyggji tín Kári hevur og hevði alt lívið, stórt ynskji um Familiu samband, og kann sigast at vit øll árini, ja líka fram til at orkan viknar, ja so ynskti Boyggji tín nærum á Øðrum hvørjum árið, at vitja Systrar sínar í Danmark, eins og at vitja Esther Svigerindu sína, sum tá var flutt til Albertslund, Boyggi tín Tony fór longu í 1978, døtrar hansara Elsebeth og Ann búgva báðar í Albertslund, men sonurin Thomas búsettist í Rituvik, og hevur Familiu har, Kári Pápi mín, vitjaði eisini Fastur tykkara Ingeborg sum giftist Dananum Melander, og búðu tey Norðan fyri Keypmannahavn. Vitjanirnar í Danmark, fevndust eisini um mammubeiggja tykkara Jógvan og Annu, og øll teirra í Ballerup. Familijan hevur hildi væl saman, og tað er at fegnast og gleðast um, tað er nakað tit øll Systkin altíð hava gjørt, og er tað nakað vit yngru hava lært gott av.
Eydna, tú hevur altíð verði blíð, hjartagóð, skemtilig, fyrikomandi, stundir til alt, eitt smíl hvørja ferð, móttøkan var eins góð altíð, baði í Blendstrup, Sdr. Tranders, Aalborg, Assens, Ingstrup og í Saltum, 4 elskulig børn, sum eisini hava givi tykkum 5 sera fitt Ommu og Abbabørn, Anna, Andreas, Michael, Martin og Mathias, og barnabørn tíni elskaði tú sum teg sjálvan, tú gloymdi ongantíð tíni Ommubørn, hóast tey ikki hvørja ferð vóru saman við okkum, í tí løtuni har vit baði hittust, so blivu tey ongantíð gloymd, men altíð nevnd.
Tað var hart fyri teg at missa Henning, Henning sum eftir sjúku, og sum var erklæraður frískur, har tú saman við honum, sum so ofta fyrr var til Kontrol á Aalborg sjúkrahúsið, har tú í bíðirúmið sat og bíðaði, kemur Læknin út í bíðirúmið, og rópar, ” Eydna ” er du her, tú svarðar ja, og ferð innar á kontórið fyri at frætta, at maður tin síðáni 1967, ikki longur var ímillum okkum meira, hettar hendi í 2014, har Henning í Januar hevði runda tey 70 árini, men fráferð hansara kom ógvuliga óvart á, netupp tí hann í 3 ár hevði liva sera væl, og erklerðaður frískur.
Tað kom eisini ógvuliga óvart á, at tú fór, hóast tíni 3½ ár við Parkinson sjúkuni, hevur hetta seinasta árið verði ein ógvuliga positiv uppliving fyri meg, at síggja teg koma fyri seg aftur, frá nógvari pínu, sum tú málbarð teg, og við nógvum kropsligum ristingum, til sum tú eisini segði, ongin pína og ongar ristingar at hava, og tá eg spurgdi teg um hví, so svarðar tú mær, Fyri árið síðani, at nú takið eg Medisini sjálv, og tað verður tikið uppá sekundi, sum læknanir hava boða mær frá, um at gerða. Fyri ca 3 árum síðani flutti tú í egna íbúð, í Felags centrinum, Helsecentret í Saltum, og tað var heilt fantastiskt, at vitja teg hettar seinasta árið, og upplivað tú aftur fekk og hevði lívsviljan, og gjørdist aftur sum tú plagdi, við humor, og tínum gamla smílið, tað er gott og eru eisini sera góð minnir.
Fastur, minni um teg havi eg eisini hangandi á Veggum mínum heima, tú var jú ein góður kunstmálari, eins og tín kunstur við prýðislutum hevði høgan kvalitet, ja populær var tú, tað sá eg eisini til seinasta útstilling tína í Novembur 2025, har var fult av fólkið, og mangt eitt positivt prát fekk eg við tína útstilling, frá mongum fólkum sum har vóru, tú var nógv avhildin Kvinna.
Seinastu 12 árini, var tú ofta og vitjaði Malfrid systir tína í Keypmannahavn, so vóru vit ofta ein biltúr, eins og vit ofta vóru úti í Kristnastovu á Amager, tað kundi verða til Møti, og ella til Jólahugna fyri teim eldru, at koma saman til Andaligan boðskap, dámdi tykkum serliga væl, og her hugnaðu tit systrar tykkum á ein serligan hátt.
Frá Ingstrup, og til Hirtshals er ikki so langt, meg minnist eisini onkrar hugnatúrar við Henning, baði hjá Vinum, eins og biltúrar runt at hyggja eftir seværdigheitum í Jyllandi har norðuri, so sum Krígs matriali, Bunkarar o.a sum var sera áhugavert, eins og bátar ymsastaðir.
Malta í Hirtshals gjørdist eisini eitt vitjunarstað tær og Henning dámdu væl, og gott er at vita, at tit nú eru saman heima hjá Guði, Honum sum tit settu álit tykkara á.
Góðu tit, Vinnie, Connie, Thomas Og Kristian – Anna, Andreas, Michael, Martin og Mathias,
Æra verði minni um tykkara høgt Elskaðu Mammu og Pápa, Ommu og Abba, Fastur Mína Eydnu og mann hennara Henning.
Eydna & Henning – hvíli í frið, Takk fyri Alt
Bróðursonur tín, Heðin