Nýggj app hjálpir tær at leggja av
Vilt tú fegin leggja av at roykja ella brúka nikotin? Við nýggju appini, Legg av, verður tað eitt sindur lættari at sleppa ringa vananum. Í gjár, 31. mai, var altjóða royk- og nikotinfríur dagur, og í hesum sambandi leggja Heilsustýrið og Krabbameinsfelagið nú fram nýggja app, sum skal eggja og stuðla fólki í at leggja av.
Tøl fyri royking og nikotinnýtslu í Føroyum vísa eina óhepna gongd. Fólkaheilsukanningin Hvussu hevur tú tað? frá 2023 vísir, at 18 % av føroyingum roykja dagliga, og tað er ein nógv størri partur enn í hinum Norðurlondunum. Samstundis eru innflutningstølini fyri snús- og nikotinposar fleirfaldað eftir fáum árum. Tøl frá somu kanning vísa tó eisini, at fólk fegin vilja leggja av, tí heili 85 % av teimum, sum roykja dagliga, siga seg vilja gevast.
– Royking er tann einstaka orsøkin, sum hevur størst negativa ávirkan á heilsuna hjá fólki, men eisini nikotin kann hava álvarsligar avleiðingar á eitt nú hjartaæðralagið, fruktbærið, nýruni og sálarheilsuna. Stóra nýtslan av snúsi millum ung er ein sera vandamikil gongd, tí ungi heilin er ógvuliga viðkvæmur fyri ávirkanini av nikotini, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum. Hon fegnast tí um, at nýggja appin nú er tøk, og vónar, at hon kann hjálpa teimum mongu, sum vilja leggja av.
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum, tekur undir við henni:
- Appin er eitt amboð, sum kann hjálpa fólki lætt og skipað at leggja av. Tað er trupult at gevast, men við røttum stuðli og góðum amboðum er leiðin nógv lættari. Hetta er eitt gott stig á leiðini at fáa betri heilsu og sunnari gerandisdag, og vit vóna, at nógv fara at fáa gagn av hesum nýggja møguleikanum.
Appin stuðlar tær allan vegin
Gransking vísir, at tað er lættari at leggja av at roykja og brúka nikotin, um tú fært serkøna hjálp. Nýggja appin er ment saman við serfrøðingum innan fyribyrging og er lagað til tørvin hjá tí einstaka.
Legg av er brúkaravinalig og hjálpir á øllum stigum í royki- og nikotinsteðginum við miðvísum samskifti og vegleiðing. Appin hevur tvey spor – eitt til roykjarar og eitt til nikotinbrúkarar.
Við appini fært tú millum annað:
Daglig boð við stuðli og motivatión fyrstu tíðina.
Varðar á vegnum, sum vísa tíni framstig og halda teg í gongd.
Vitan um ávirkan á kropp og sinn, so tú skilir, hvat hendir.
Ráð og hjálp, tá tú fært avbjóðingum ella hevur ein truplan dag.
Yvirlit yvir tínar sparingar, so tú sært, hvussu nógv, tú hevur vunnið – bæði fíggjarliga og heilsuliga.
Tað er Kræftens Bekæmpelse í Danmark, sum upprunaliga hevur ment væleydnaðu appina saman við serfrøðingum. Heilsustýrið hevur staðið fyri at týða og laga tilfarið til føroysk viðurskifti.
Appin er tøk á www.leggav.fo
Heilsustýrið og Krabbameinsfelagið