Lýsing
Lýsing
Lýsing

Miðnáttarsamkoma

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  31.05.2026 - 12:01 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tað var spennandi at royna nýggju pallsetingina við Varpið til miðnáttarsamkomu, har Klaksvíkar Hornorkestur spældi, áðrenn Sjúrður Skaale, fólkatingslimur helt eina av sínum brandtalum.

Tað var ein sera stór mannafjøld, sum savnaðist frammanfyri Varpið á miðnátt – fyrst at lýða á Klaksvíkar Hornorkestur og síðani frálíku røðuna hjá Sjúrða Skaale.

Miðdepilin í røðurni var lívsvísdómur frá Grímur Lassen, tá ið Sjúrður fór til skips sum 16 ára gamal við farmaskipinum Rona, sum Grímur átti.

Umborð bleiv Sjúrður kallaður Marius’sa drongur, tí hann var fosturabbasonur tann kenda háskúlastjóran og upplesaran, Marius Johannesen.

Sven Dal, sum eisini var við, bleiv eisini kallaður Marius’sa drongur, tí hann var sonur Marius Dahl.

Tað gjørdist teimum skjótt greitt, teir vóru ikki vanligir praktikantar. Teir vóru manning.

Frælsi er ein sjálvfylgja, men við frælsinum fylgdi eisini ábyrgd, greiddi Sjúrður frá, at Grímur lat teir vita.

Eftir røðuna var stórt og flott fýrverk, sum siður er.

Síðani varð farið inn í høllina í Varpinum til felagssang, har eitt væl mannað orkestur spældi undir, og sangurin gekk av tí allar besta – Ja, heilt framúr, tí hølið ”sang so væl við”!

Les røðuna her

Lýsing
Seinastu tíðindini
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…
Prógvhandan á Sjónámi
Ein ferð úr Føroyum suður í hitabylgjuna
Prógvhandan á Tøknibreytini
Rótin á shortlist
Ferða­vinnu­ætlanin fyri Klaksvíkar kommun…
Viðareiðis kommuna nýggja heimasíðu
Bárður í Gallarí Havnará