- Onkur má for ólukkan vera góður við tykkum!
segði Sjúrður Skaale millum annað í midnáttarrøðu síni í gjár. Vit prenta røðuna niðanfyri.
Góðu norðingar!
Vit fara aftur til 1983. Eg eri 16 ár, skal í starvsvenjing, og endi umborð á tí lítla farmaskipinum Ronu í Klaksvík.
Eg hevði ikki søkt um at sleppa við Ronu – hevði aldrin hoyrt um skipið. Men tað skiltist at skiparin og eigarin hevði sagt við skúlarnar, at hann fegin tók praktikantar.
Vit vóru tveir havnadreingir og so Sven Dahl úr Klaksvík.
Umborð bleiv Sven kallaður Marius’sa drongur, tí hann var sonur Marius Dahl, og eg bleiv eisini kallaður Marius’sa drongur, tí eg var fosturabbasonur tann kenda háskúlastjóran og upplesaran, Marius Johannesen.
Tað gjørdist okkum skjótt greitt, vit ikki vóru vanligir praktikantar. Vit vóru manning.
Ernst kallaðist stýrimaðurin. Hans Pauli kallaðist kokkurin. Og umframt teir var bara reiðarin og skiparin við. Tað var the one and only Grímur Lassen, sáli.
Hann hevði keypt skipið árið fyri, og baksaðist við at fáa alt at hanga saman. Uttan nakrar fastar avtalur um flutning sigldi hann úr havn í havn í Norðuratlantshavi við ymiskari vøru – sum eitt slag at havsins ørindadrongi.
Og vit báðir Sven fingu okkum royndar, longu tá vit fyrsta teinin fóru við sildamjøli úr Føroyum til Íslands. Veðrið bleiv eitt sindur sjaskut. Tann triði drongurin var heilt ringur í sjóverki, og Marius’sa dreingir mundu síggja eitt sindur bleikir og skirv út, sum vit sótu har í messuni, og hvørki kendu skipið, manningina ella hvønn annan.
Tá kundi Grímur sjálvandi sagt, at tað var synd í okkum. Hevði hann tað, høvdu vit eisini sjálvir hildið, at tað var synd í okkum. Hann kundi givið okkum sjóverkstablettir og biðið okkum farið í koyggjuna. Hevði hann gjørt tað, høvdu vit hildið tað verið bæði rætt og nátturligt.
Men Grímur segði ikki, at tað var synd í okkum. Hann segði, at har var arbeiði at gera: Vit skuldu fram í sjórokið á dekkinum at skalka lúkurnar til við bjálkum og fáa eina prosending útyvir so førningurin ikki fekk skaða.
Vit drógu nøkur gomul oljuklæðir uppá okkum, og fóru fram. At fáa bjálkarnar at liggja gekk striltið og tók langa tíð – men vit kláraðu tað.
“Tit eru pínadoyð óførir”, segði Grímur tá vit aftur vóru í messuni.
Eg gloymi aldrin, hvussu stoltan eg kendi meg.
Í staðin fyri at liggja í koyggjuni og hugsa um okkum sjálvar sum elendigar armingar, sóu vit okkum nú sum tveir sannar garpar.
Tá lærdi eg eitt: Sjálvsfatanin og sjávsmyndin hjá ungum fólkum er nakað, tey sjálv skapa – og nakað tey verða eggjað til at skapa av teimum vaksnu, sum eru rundan um tey.
Sami ungi persónur kann síggja seg sum eitt offur og eitt neyðardýr – ella ein garp. Tað veldst í stóran mun um, hvat tey vaksnu eggja honum til.
Hvat eggja vit okkara ungu til at gera í dag? Geva vit teimum, myndaliga tala, sjóverkstablettir og biðja tey fara í koyggjuna tá lívið er eitt sindur ófýsiligt – ella eggja vit teimum at fara fram á dekkið at skalka lúkurnar til?
Kveikja vit teirra dirvi ella teirra ótta? Læra vit tey at taka synd í sær sjálvum – ella at vera stolt av sær sjálvum? At vera bangin ella djørv? At vera virkisfús ella dovin?
Hann var útnyrðingur tann dagin í ´83, so Rona hevði mótvind. Læra vit tey ungu, myndaliga talað, at í mótvindi mugu tey hjálpast? Ella læra vit tey, at í mótvindi mugu tey vera sterk?
Hevði tað gjørt nakran skaða, um tey ungu í dag blivu møtt við eitt lítið sindur minni av hjúklaríi og terapi og tablettum og eitt lítið sindur meiri av Grími Lassen?
Rona ella skúlabonkur
Eftir nakrar dagar í Eskifirði í Íslandi har vit fyrst lossaðu og so vaskaðu lastina, fóru vit aftur til Klaksvíkar eftir einum førningi av fiskaslógvi til minkafóður. Men endarnir á Ronu vóru ikki meira enn tveittir upp á Kósabrúnna, so leyp tann triði drongurin í land og rann niðan millum húsini. Hann fann seg ikki í lívinum umborð, og vit sóu hann aldrin aftur. Hann mundi hava sínar grundir. Hann tímdi ikki Grím og gjørdi akkurát tað sama, sum Grímur hevði gjørt í somu støðu: Tók sakina í egnar hendur. Vit kunnu siga, at hann sjálvur gekk út í vindin. Full virðing fyri tí.
Men Marius’sa dreingir – vit stórtrivust. Tá vit høvdu lastað í Klaksvík gekk leiðin til Svøríkis eftir timbri, og tá slógvið var farið í land og timbrið komið umborð, settu vit leiðina til Týsklands.
Tá vit nærkaðust Hamburg vóru teir 14 dagarnir, vit skulu vera umborð, longu farnir, og stýrimaðurin hevði tað á orði.
Men Grímur bara grein. “Jaja, nú fara skúlarnir helst skjótt at gera vart við seg gjøgnum Tórshavn Radio”. Men so hugdi hann uppá okkum, og spurdi: “Men hvar halda tit at tit læra meira, her ella á skúlabonkinum?”
Vit tordu ikki at siga annað, enn at tað var umborð á Ronu – men vit meintu tað eisini.
Okkara góði, flótandi skúli var kortini ikki eitt serliga gott skip, og í Hamburg fekk tann gamli motorurin skaða, so har lógu vit leingi. Dagarnir fóru millum annað við at banka rust.
Men Marius’sa dreingir vóru ungir og spentir at síggja verðina, og vit høvdu hoyrt um eina kenda gøtu í Hamburg, sum sjómenn plagdu at tosa um. Eitt kvøldið keyptu vit eina fløsku, drukku okkum mót til, og settu so kós móti teirri illa gitnu Herberstrasse, har 100-tals skøkjur buðu seg fram til hesar báðar føroysku dreingirnar. Ikki bara við orðum, men eisini við at kína okkum og beinleiðis taka í okkum.
Vit vistu hvørki hvat vit skuldu gera ella hvønn veg vit skuldu hyggja, og hildu í hvørjum øðrum fyri ikki heilt at missa orienteringina.
At enda fóru vit inn á eina barr og settu okkum. Men tað var sum at fara úr øskuni í eldin. Vit høvdu ikki meira enn sett okkum, so vóru tvær spillnaknar Freudenmädchen undir liðini á okkum, amaðust og nálgaðust og meirakallað tvingaðu okkum at keypa teimum hvør sín drink.
Eg giti at boðini frá sjefinum hava verið greið: Hygg, har koma tveir ungir sjómenn av tí lætta slagnum – tømið teirra lummar! Vindið pengarnar úr teimum, sum tit vinda vatn úr eini tvøgu!
Problemið var, at okkara tvøgur vóru ikki serliga vátar. Grímur mundi hava ein illgruna um hvar vit fóru at sníkja okkum. Tað var ikki hansara stílur at seta forboð, men fyri at fyribyrgja at vit fóru á heilt skeiva leið og komu illa fyri, hevði hann bara givið okkum 10 D-markar í part – til bomm og sodavatn, sum hann segði.
Men 10 D-markar var ikki bara ov lítið til eina løtu á madrassuni hjá eini Freudenmädchen – tað var eisini ov lítið til tveir drinks, sum kostaðu 72 D-markar stykkið.
So har var eitt at gera: Vit runnu út og beint umborð á Ronu.
Eg giti at eg og Sven eru einastu 16 ára gomlu dreingir, sum heilt bókstaviliga hava runnið undan naknum gentum.
Dagin eftir spurdu menninir hvar vit høvdu verið kvøldið fyri. Tá vit einki søgdu, grinu teir uppá hvønn annan. Hvør skal siga: Jaja, so lærdu teir, at tað í nógvum stórbýum er ein døkk og duld og dragandi og lokkandi – men sera vandamikil undirgrund.
Eg haldi heldur ikki, at tann lærdómurin gjørdi okkum nakran skaða.
“Bíða” finst ikki
Fjórða dagin í Hamburg bleiv eg róptur upp á brúnna. Ein kona var í sendaranum, sum ið hvussu er einki mátti hoyra um vitjanina í Herberstrasse: Mamma.
Men tað var ikki bara alt, hon ikki mátti hoyra – tað var eisini nógv, hon helst ikki skuldi siga. Tí tað hoyrdist jú um alla brúnna – og har stóð Grímur.
Eg var sjálvandi innast inni glaður fyri at tosa við hana, men eg royndi eisini sum frægast at halda hana frá at koma við mammusligum pínligheitum um at hon hopaði at góða barnið hevði tað gott og at eg mátti ansa eftir mær og at henni longdist og eg veit ikki hvat.
Tað gekk nøkulunda, og tá hon endiliga legði á, hugdi Grímur smílandi uppá meg og segði: “Nú – vart tú bangin fyri at hon skuldi siga okkurt býtt? Ikki hugsa um tað – hatta var heilt normalt. Soleiðis eigur tað at vera. Onkur má for ólukkan vera góður við tykkum”. Og so grein hann.
Viðhvørt hugsi eg í mínum stilla sinni: Eru okkara almennu skipanir í dag kanska í so nógv sum mammur, og í so lítið sum Grímur?
Úr Hamburg fóru vit við eini last til Svendborg, og har lógu vit í nakrar dagar og bíðaðu eftir næsta førningi. Men sum Grímur segði: Hugtakið “bíða” finst ikki umborð á skipi. “Her er einki at gera” finst heldur ikki. So vit blivu settir at mála skipið.
Tað var eisini ein læra. Tí tað hevur stórar avleiðingar, tá fólk staðfesta fyri sær sjálvum, at “her er einki at gera”.
“Lediggang er roden til alt ondt” siga danir, og sannleikin er, at tað altíð er okkurt at gera. Okkurt arbeiði. Okkurt ítrív. Onkur túrur. Okkurt skemt. Okkurt at finna uppá. Okkurt einsamalt fólk at vitja. Tað er altíð okkurt meiningsfult, sum vit kunnu fylla dagin við.
Tað lærdu Marius’sa dreingir umborð á okkara góða skúlaskipið Ronu – og tað skuldu ung lært í øllum skúlum.
Boðini mugu vera: Tú skalt ikki bíða eftir nøkrum. Tú ert ikki eitt offur. Tað er ikki synd í tær. Tú hevur heilsu. Tú hevur evnir. Tú hevur ungdóm. Tú hevur hugflog. Tú hevur styrki. Tí hevur eitt dirvi, sum bara skal loysast úr lagdi. Tú hevur lív – og eingin sum hevur lív hevur einki at gera fyrr enn dustsins ár eru komin.
Eisini í Svendborg sníktu vit báðir Sven okkum at keypa eina Bacardi og fóru í býin tá dagsins verk var av. Bæði HB-sangir og KÍ-sangir rungaðu í gøtunum á Suðurfjóni ta náttina – men útpurringin var eirindaleys klokkan sjey.
Teir reyðu penslarnir bíðaðu.
“Eg fari ikki at skelda tykkum fyri hatta í gjárkvøldið – men eg fari heldur ikki at løna tykkum við at geva tykkum frí”, vóru boðini frá Grími.
Tað bleiv ein tungur dagur – men eisini tann lærdómurin var góður:
Ger sum tú vilt – men tak ábyrgdina av tí sjálvur!
So spæla vit Olsen
Ein leiðari má finna seg í, at fólk grína at honum aftanfyri ryggin.
Tað gjørdu vit eitt kvøldið, tá vit báðir Sven, stýrimaðurin og kokkurin sótu í teirri lítlu messuni og spældu kort, tá Grímur kom inn.
“Nú, hvat spæla tit”, spurdi hann. “Amerikano”, var svarið. Amerikano er ein einføld útgáva av sjaus.
“Sita og spæla sovorðið tvætl”, segði Grímur, ripti kortini frá okkum og býtti út av nýggjum.
“Nú spæla vit okkurt ordiligt. Nú spæla vit Olsen!”
Tað bleiv ofta tikið til hetta restina av túrinum: “Nú spæla vit Olsen”.
Eisini har var ein lærdómur. Tí viðhvørt halda fólk sum ráða, at tey duga alt best, bara tí at tey ráða.
Umborð á Ronu bestemmaði Grímur alt – men hann var altso ikki best til alt.
Vit vóru bara burturi í einar tveir mánaðir, men túrurin við Ronu er millum tað, eg minnist best frá míni skúlatíð. Hann var ein uppliving, sum lýsir fram um aðrar.
Og skiparin hevði púra rætt: Vit lærdu so nógv meir umborð á Ronu enn vit høvdu lært tær somu vikurnar, um vit høvdu sitið í skúlanum.
Hví var Grímur ein so góður lærari? Tí hann tók ikki praktikantar við Ronu. Frá fyrsta degi sá hann okkum sum manning. Sum menn. Og hann fór við okkum sum menn. Hann leit á okkum. Hann sýndi okkum álit. Hann gav okkum ábyrgd, og har var einki annað at gera enn at taka ábyrgdina.
Og tað er bara soleiðis, fólk læra og vaksa og mennast.
Heldur enn at lesa og hoyra um okkurt, so gjørdu vit nakað og upplivdu nakað í veruleikanum. Vit gjørdu mun. Vit vóru brádliga tvær lítlar kyknur í tí kroppinum, sum føroyski búskapurin er. Vit fingu eitt innlit, sum eingin skúlatími kundi geva.
Sjógarpurin
Og so var Grímur í sær sjálvum ein karakterur, sum vit ongan kjans høvdu at møta skúlanum.
Hann hoyrdi til eina serliga kategori av føroyskum monnum.
Hann var sjógarpur. Eitt havsins barn. Ein av teimum, sum ikki síggja frælsið sum eitt abstrakt ella akademiskt hugtak, men nakað púra ítøkiligt: Frælsið er havið, og havið er frælsið.
Tá Úlvur við Høgadalsá á Føroya bestu plátu syngur um Kristin Háberg, so eru tað menn sum Grím, hann syngur um:
Kristin Háberg bøtir segl, sum ódnarstormur skræðir
Tveitir gamlar endar burtur, nýggjar endar klæðir
Og hann sær so livandi tað bláa havið alda
Har fregat og brigantin í allar leiðir halda
Og havið var so reint og blátt sum loftið lognarstund
Á spentum veingjum másin fleyg um bеrg og gjøgnum sund
Vit sigldu gjøgnum Djúpini við leið at Íslands strond
Eg hugsaði um eydnuleik og fjarskotin lond
Pætur á Brekku hjá Hans Andriasi er eisini Grímur:
Pætur var ikki, sum fólk eru flest
– at baksast á bunka tað fall honum best,
og tá hann stóð og stýrdi, meðan stormurin hvein,
kom upp ímóti hesum manni ikki maður ein.
Grímur bleiv fiskimaður tá hann var stórur smádrongur, og seinni bæði førdi og átti hann fleiri skip. Ta stuttu tíðina við Ronu fór hann um høvini, standandi á brúnni sum frælsur maður á sínum egna skipi. Fekk eina last av salti í einari havn, eina av frukt í teirri næstu og eina av timbri í teirri triðju.
Beyð seg fram til øll, sum kundu hava tørv á hansara tænastu. Og við eini manning sum taldi tveir mans umframt viðhvørt tveir dreingir sum arbeiddu fyri upplivilsið og lærdómin, so gekk tað.
Men bara í eina stutta tíð.
Árið eftir at vit báðir Sven vóru við til at føra fiskamjøl til Íslands, sakk Rona í illveðri 40 sjómíl eystan úr Dalatanga í Íslandi – við knøppum 400 tonsum av fiskamjøli.
Eg hugsaði mítt, tí tá vit vóru sama túr var eisini sjaskut, og mjølið var í leysari vekt. Tað kundi lættliga havt forskotið seg í lastini. Aja.
Ein merkilig tøgn :)
Grímur fann sær sum kunnugt skjótt okkurt annað at flóta á, men tað gingu nógv ár til eg sá hann aftur eftir teir minniligu dagarnar í 1984.
Tá var eg farin at fáast við skemt, og skuldi hava undirhald á eini KÍ-veitslu, har eg millum annað skuldi vera ein sveimandi dansigenta sum snakkaði um fótbólt í reyðum parykki og niðurdeili. Men beint áðrenn eg skuldi á pallin fór eg útum at pissa – og meðan eg standi og vandi nakrar runnar hoyri eg ein rópa: “Er hatta Marius’sa dongur?”
Eg vendi mær við – og so er tað, at eg standi har, í parykki og niðurdeili og við gamla í hondini, andlit til andlits við Grím Lassen.
“Noy fanin”, sigur hann.
Eg skilti hann. Hetta var drongurin, sum hann hevði roynt at fingið til mans. Og so stóð hann her og pissaði – í parykki og niðurdeili.
Tað bleiv ein merkilig tøgn eina góða løtu meðan vit hugdu hvør upp á annan inntil hann sigur:
“Hatta lærdi tú fanin ikki umborð á Ronu”.
Men sum Hans Andrias sigur um Pætur á Brekku: “Hann var bítskur í orðum, men góður í grund, og blíðkaðist altíð aftur um stund.”
Tað var skjótt at Grímur smíltist og segði: “Nú má eg fara inn at hyggja at tær”.
Vit sóust aftur seinni um kvøldið, og tá var lagið heilt gott.
Seinni hittust vit til onkran fótbóltsdyst, og nakrar ferðir fekk eg ein kaffimunn frá honum umborð á sluppunganum Norðan á Sjómannadøgunum.
Eg eri glaður fyri at eg, áðrenn hann sigldi sín seinasta túr, fekk sagt honum, at hasar vikurnar við Ronu veruliga høvdu fest seg í mítt sinnið.
L-Í-V-I-Ð
At eiga menn sum Grím í stórum tali er nógv vert fyri Klaksvíkina og allar Norðoyggjar. At vera undir hansara kommando var stórur lærdómur fyri ungar dreingir sum meg og Sven.
Og hóast hugburðurin hjá Grími kann tykjast eitt sindur gamaldags í dag, kann tað so ikki hugsast, at hann framvegis kundi verið gagnligur fyri ung fólk?
Misskil meg ikki: Tað er gott, at vit eru blivin meira pedagogisk, forstandandi og stuðlandi. Nógv ung fólk hava eisini tørv á serstakari hjálp, og hana skulu tey hava.
Men kanska ung fólk eisini hava tørv á, at vit sýna teimum álit, geva teimum ábyrgd og meira kontant siga við tey: Tit skulu sjálv!
Tað er gott, at fólk við serstøkum diagnosum ella sokallaðum bókstavum, verða hjálp. Tað fyri neyðini at vit í dag hava tilboð til børn, sum liva undir svárum umstøðum.
Men vit hava jú øll somul fimm bókstavir: L-Í-V-I-Ð. Ung sum vaksin mugu læra, at teir bókstavirnir hava við sær mótstøðu. Avbjóðingar í skúla og á arbeiðsplássum. Teir hava við sær krøv. Tap. Svik. Vanlukkur. Teir hava við sær sjúku og deyða.
Okkara persónligu skútur koma av og á í illveður, so lúkurnar mugu skalkast til. Ofta mugu vit hava hjálp til tað.
Men viðhvørt liggur besta og mest mennandi hjálpin í hesum boðunum: Tú orkar, tú klárar, tú dugir, tú skalt, tú noyðist.
Tú hevur ikki bara rættindi. Tú hevur eisini skyldur. Skyldur mótvegis tær sjálvum ella sjálvari. Mótvegis tíni familju. Tínum lokalsafelag. Og skyldur mótvegis tínum landi.
Takk fyri – og góða Norðoyastevnu.
