Lýsing
Lýsing
KÍ tók oddasessin á Norðoyastevnu
Avrikið var ikki sannførandi, men KÍ fekk øll stigini, og tað var nokk til at taka oddasessin í deildini.
Dystargongdin minti nógv um hana fyri viku síðani, tá AB vitjaði í Klaksvík. Í fyrra hálvleiki var KÍ greitt omaná og førdi 2-0. Páll A. Klettskarð skoraði bæði málini, og Árni Frederiksberg legði upp til bæði málini.
Í seinna hálvleiki kom EB/Streymur innaftur í dystin við einum brotssparki, sum Óli Ey. Poulsen skoraði. Eftir tað bleiv dysturin rótutur, men KÍ helt leiðsluna og vann ein tepran sigur.
Tá NSÍ tapti á Argjum og B36 spældi javnt á Svangaskarði, so var hetta nokk hjá KÍ at taka oddasessin á Norðoyastevnu. Søgan er tó tann sama sum næstan alt kappingarárið, at einki av hesum liðum, sum kappast um FM, vísir nakað meistaraspæl.
Seinastu tíðindini