Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jógvan Waagstein er føddur 4. september 1879. So man málningurin helst vera frá um 1893 – ella er 133 ára gamal. | Mynd: Dávur Winther

Norðoya Listafelag fingið stórfingna gávu

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  30.05.2026 - 07:17

Tá ið norðoyastevnuframsýning varð sett í Miðhøllini á Skúlatrøð í gjár kl. 17 møtti hópin av fólki upp.

Í ár er tað Norðoya Listafelag, sum skipar fyri Norðoyastevnuframsýning í Miðhøllini.

Hetta man helst vera tann størsta framsýningin í vavi, felagið hevur skipað fyri - Ein rættiliga fjølbroytt og stór søluframsýning. Heili 160 verk eru komin upp at hanga, har 25 listaflók sýna fram.

Við setanina sang SUÐ áðrenn Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini setti framsýningina.

Síðani sang SUÐ aftur. Eftir sangin kom Súsanna Olsen fram við einum málningi. Tað sást onkuvegna, at hetta var ein eldri málningur.

Síðani greiddi hon frá, at tá ið tey vóru farin at “taka upp eftir foreldrini”, sum bæði eru farin, komu tey fram á ein serligan málning. Tey hildu hann vera so serstakan, at best mundi verða, at Norðoya Listafelag fekk hann í ogn og varðveitslu.

Talan er um ein málning, sum Jógvan Waagstein, ið tey eru í ætt við, hevði málað. Helst hevur hann málað hann um 14 ára aldur. Vatnlits málningur á træplátu.

Jógvan Waagstein er føddur 4. september 1879. So man málningurin helst vera frá um 1893 – ella er 133 ára gamal.

Hetta er ein fongur og ein rættiliga virðismikil gáva, sum vit í Norðoya Listafelag eru almikið takksom og fegin um!

Súsanna vísti eina aðra minni tekning, sum Jógvan Waagstein (tá Joensen) hevði teknað, meðan hann liggur á Klaksvíkar sjúkrahúsi, 14 ára gamal. Ein tíðilig ímynd út sjúkrastovuni, har hann hyggur út eftir vágni og norður gjøgnum Haraldssund.

SUÐ endaði hátíðarligu og stórfingnu løtuna við teirra frálíka sangi. Síðani varð boði til kaffi og køkur, har mongu fólkini, ið vóru komin, fingu høvið at líta at teimum mongu málningunum.

Framsýningin kann síggjast:

Leygardagin: 15.00 – 19.00

Sunnudagin: 15.00 – 19.00

Lýsing
Seinastu tíðindini
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Lýsing