Norðoyastevnan í Varpinum
Her síggjast øll tiltøk, sum verða í Varpinum á Norðoyastevnu i ár
26 - 31.mai: Norðoya Listafelag - Arnold Vegghamar-framsýning
Á Norðoyastevnu, og í døgunum áðrenn, skipar Norðoya Listafelag fyri forkunnugari framsýning av útvaldum Arnold Vegghamar-málningum í Varpinum.
Framsýningin er almenn og ókeypis, og er opin soleiðis:
- Týsdag 26.mai kl.16 - 20
- Mikudag 27.mai kl.16 - 20
- Hósdag 28.mai kl.16 - 20
- Fríggjadag 29.mai kl.13 - midnátt
- Leygardag 30.mai kl.13 - midnátt
- Sunnudag 31.mai kl.13 - 20
Frí 29 - sun 31.mai: Norðoyastevnukafé í Varpinum
Á Norðoyastevnu í ár verður tað hagaparturin Búðadalur í Haraldssundi sum borðreiðir. Hanna Ovadóttir og hennara fólk hava opið mest sum alt vikuskiftið!
Tey borðreiða við breyði og nýskornum føroyskum viðskera.
Rabarbutriffla og ein drekkamunnur fæst eisini til keyps.
Góða Norðoyastevnu øll somul, og væl gagnist okkum!
- Fríggjadagin 29.mai frá kl.16
- Leygardagin 30.mai frá kl.12
- Sunnudagin 31.mai frá kl.14
Tey hava opið so leingi sum fólk vitja (og matur er eftir).
Frí 29.mai kl.17: EINAR´s Whisky-walk
Í ár eru 10 ár liðin síðani Einars Distillery varð sett á stovn, og verður hetta hátíðarhildið við Whisky-walk fríggjakvøldið á Norðoyastevnu.
Brellbitar, whiskysmakking, gongutúrur, hugleiðingar og tónleikainnsløg.
Túrurin byrjar í goymsluni úti í Dáva-virkinum við brellbitum og smakking. Síðani ganga vit heim á bryggjaríið til eina smakking afturat. Endað verður í Varpinum, har limir úr Klaksvíkar Hornorkestri framføra nøkur góð løg, afturvið triðju smakkingini.
Andras Sólstein, whisky-maður, verður frásøgufólk á gongutúrinum og fer m.a. at hugleiða um Klaksvíkar søgu, Føroya Bjór og Whisky.
Nær: Fríggjakvøldið 29.mai kl.17
Hvar: Dávavirkið – Føroya Bjór – Varpið
Kostnaður: 290 kr.
Atgongumerki: www.varpid.fo.
GG: Gerið skjótt av, tí har eru avmarkaði pláss!
Frí 29.mai: Føroya Bjór & EINAR´s – lounge í Varpinum frá kl.19 - 03.
Frí 29.mai kl.19.30: Norðoyastevnukonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri
Um tað ikki er ein siðvenja at Klaksvíkar Hornorkestur hevur konsert fríggjakvøldið á Norðoyastevnu, so fer tað vónandi at blíva tað skjótt. Fríggjakvøldið 29. mai kl 19.30 er hendan forvitnisliga konsertin á skrá.
Hornorkestrið hevur bjóðað ungu blásarunum á Skúlatrøð at leggja fyri, og blása konsertina ígongd. Hesi ungu mennast skjótt og væl, og fegnast hornorkestrið um, at ungu spírarnir vilja luttakað.
Havnar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Olsen, verður eisini gestur á konsertini.
Tey leggja fyri við síni egnu skrá, og síðani framføra orkestrini bæði í felag.
Talan verður um siðbundnan horntónleik, tó sum altíð, við onkrum forvitnisligum ísletti. Rani Nolsøe verður frásøgufólk.
Atgongumerki á 100 kr fáast til keyps á varpid.fo.
Frí 29.mai kl.21: Hans Hjalti & Hóraldur spæla í Varpinum
Fríggjakvøldið á Norðoyastevnu spæla Hans Hjalti & Hóraldur niðri í forsalinum í Varpinum.
Tiltakið er alment og ókeypis. Men um norðoyastevnu-gestirnir endiliga VILJA sleppa at brúka pengar, so fæst okkurt til keyps, treyðugt so, bæði í Føroya Bjór & EINAR´s - Lounge í Forsalinum (niðriundir), og í Norðoyastevnukaféeini hjá Búðadali í Býarsalinum. (uppi í miðhæddini)
Vit síggjast í Varpinum!
Ley 30.mai kl. 11.30 / 12: Tónleikur, føroysk klæði og dansispøl frammanfyri Varpið.
Í samstarvi við Visit Norðoy fara Asta Højgaard, Steintór Rasmussen og Heini Ziska Dahl spæla hugnaligan tónleik á trappuni uttanfyri Varpið, áðrenn 30 norðoyingar skapa eina livandi løtumynd við føroyskum klæðum.
Aftaná framsýningina skipar Levi Heinesen saman við øðrum fyri føroyskum dansi og dansispølum.
Ley 30.mai kl.14: Framsýningin “Fiskagentur – ein tíðarlummi frá 1911”.
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpinum í samstarvi við Visit Norðoy og JFK.
Tað er ein serstøk mynd av fiskagentum sum hongur umborð á Gadus, sum kveikti áhugan til at gera hesa serstøku framsýningina.
Tað er Jastrid Gullaksen ið hevur lagt til framsýningina til rættis saman við Sigrid Mikkjalsdóttir sum hevur skrivað og lýst lívið hjá gentunum.
Framsýningin verður sett av stjóranum á Fornminnissavninum, Andrasi Solstein kl. 14.00.
Ley 30.mai: Føroya Bjór & EINAR´s – lounge í Varpinum frá kl.19 - 03.
Ley 30.mai kl.21: Anfinn & Co. - Norðoyastevnukonsert
Á Norðoyastevnu fyri júst 40 árum síðani sá fyrsta tónleikaútgavan hjá bólkinum Anfinn & Co, dagsins ljós. Kassetubandið, sum tá í tíðini varð oftast nýtt, bar heitið “Hví”.
Við góðum tónleikarastuðlum úr bólkinum Hjarnar, gjørdust fleiri løg sannar landaplágur; “Vælkomin heim”, “Lítli Fuglur”, “Útsalg” osfr. osfr.
Síðani komu hesar útgávur: “TÍ” í 1992. “Betur Seint enn álvara” í 1997 “Rótasúpan” í 2008.
Í samband við 40-ára dagin, trína Anfinn & Co. á pall á Norðoyastevnu, tann 30. mai.
Manningin hetta kvøldið eru ikki heilt ókendir innan tónleikabransjuna. Teir eru nevnliga teir góðu gomlu garparnir, og vinmenninir úr Hjarnar – og tað skuldi borgað fyri einum rimmar Norðoyastevnu-kvøldi í Varpinum!
Dato: 30. mai
Klokkan: 21:00 - 23:00
Kostnaður: 250 kr.
Atgongumerki fáast til keyps á varpid.fo.
Ley 30.mai kl.23.30 / 00.00: Midnáttarsamkoma & Midnáttarsangur í og uttanfyri Varpið
Á torginum frammanfyri Varpið spælir Klaksvíkar Hornorkestur stevnutónleik, skótar luttaka og Sjúrður Skaale flytir fram røðu. Stórt fýrverk aftaná røðuna. Aftaná verður midnáttarsangur inni í Varpinum. Hetta er tann sami góði felagssangurin sum plagar at vera í Vágstúni - Ein hugnalig felags sangløta, við fylgispæli frá góðum tónleikarum og forsangarum frá Klaksvíkar Manskóri.
GG: Lat eldri fólk sita í setrunum. Tey ungu orka at standa