Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Býarkoyring fríggjadagin 29. mai

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.05.2026 - 09:00 Ítrottur Tíðindi

Heiðursmerkir vera latin til nummar 1-2-3 í hvørjum bólki

 

Dato og stað: 29. Mai – møta í hølinum hjá Norðstrok (Undir KÌ skýlinum yvir av Maverick).

Innskriving og kunning: Verður kl 17:15 og av tí at tíðtakingarskipan verður partur av kappingini skal súkklarin luttakað møta til tíðina.

Stutt frágreiðing: Kappingin verður skipað í trimum pørtum barnasúkkling, kvinnur og menn.

  • Kl 17:30 – Barnasúkkling (meira kunning seinni í serskildari lýsing)
  • Kl 18:30 – Kvinnur
  • Kl 19:00 – Menn

Praktiskar upplýsingar:

  • Víst verður til almenn vesi, ið eru á økinum m.a í Kí skýlinum.
  • Eftir kappingina eru fólk vælkomin at støðga á til eitt prát í hølinum hjá Norðstrok.

Tilmeldingarfreist: 

  • Prísur 110 kr.
  • Síðsta freist at tilmelda seg áðrenn prísurin ferð uppá 220 kr er 22 mai kl.

Teinurin: 

  • Teinurin er á leið 1.0 km og verður súkklaður undir sera tryggum umstøðum.

Lendi:  Tað er talan um býarsúkkling, og tí verður tað nógv ferð, men til tíðir eisini tekniskt krevjandi við svingum, mótbrekkum og undanbrekkum. Hóast tað er stongt av fyri ferðslu og nógvir vaktir vera til staðar, so skal súkklarin ansa sær sjálvum.

Dropzone: Er við start/mál og annars verður víst til alenm rusk íløt.

Bólkar: Víst verður til vanligar galdandi bólkar hjá SST.

Teinar: 

  • Kvinnur súkkla 30 min + 3 rundir
  • Menn 45 min + 5 rundir.

Vinningar og handanir 

Heiðursmerkir vera latin til nummar 1-2-3 í hvørjum bólki.

Samskiftisupplýsingar 

Um tað eru spurningar til kappingina er møguligt at venda sær til Jóan Petur Joensen á telefon +298 226026 ella nordstrok@gmail.com.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Kular Røtur: Eg vil ikki í skúla
- Vit spyrja hinar spurningar­nar!
Blaðið er komið
Einans tríggjar sýningar aftrat av Norðo…
Norð­oyastevnuróðu­rin 90 ár
Gallarí Á Stongunum
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Norð­oyastevnu­framsýning
Ferðslan á norð­oyastevnu
Norð­oyastevnuskráin fríggja­dagin
Býarkoyring fríggja­dagin 29. mai
Skýlisklettur 2.500 pund
- At verða mentanar­hús í miðbýnum, tað f…
- Fólk vilja gjarna fara í føroysk klæði…
Føroyar ein Maritimur Tænastudepil
Eingin Veðurstova Føroya uttan Alix
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Lýsing