Lýsing
Lýsing
Lýsing
Altíð hugtakandi at taka mynd av pollamjørka tá ið ein er staddur oman fyri hann, sjálvandi. Hendan myndin er tikin upp í Krossi í Fugloy fyrrapartin í dag. Eysturættirnar eru mjørkaættir í Fugloyarfirði, serliga tá ið rákið er vestureftir. Fjallatindarnir síggjast, og myndatakarin hevur staðið í bakandi sól. | Mynd: Eyðun Gullaksen

Veðrið á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  29.05.2026 - 15:33 Tíðindi Veðrið

Stabila veðrið við gráum lofti og í nógvum støðum mjørka verður avbrotið í vikuskiftinum, men vit skulu rokna við at fáa tað aftur í næstu viku.

Vit hava eitt lítið lágtrýst um okkara leiðir, og tí fer ættin at vera skiftandi í dag og fram til fyrrapartin í morgin. Eftir tað fer eitt brúgvalag úr einum øðrum lágtrýsti at leggja leiðina framvið, og tí verður váttligt í morgin.

 

Fyri tað sum eftir er av degnum í dag er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og ælaveður, í støðum mjørki. Í kvøld og í nátt yvirhøvur turt.

Hitin í dag 8 til 13 stig.

Fyrrapartin í morgin er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki. Seinnapartin lot til frísk lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og sum frá líður regnar. Um kvøldið gongur hann niður ímóti suðuri, og sum frálíður slítur í, tó ælaveður í støðum.

Hitin í morgin 9 til 12 stig.

Sunnudagin er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum mjørki. Um kvøldið ælaveður og um náttina samregn.

Hitin í ovurmorgin 9 til 12 stig.

 

Góða Norðoyastevnu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…