Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Anna Lovisa og Bjarki koma á OY Voxbotn leygardagin 27. juni 2026. Voxbotn heldur fram við at kunngera spennandi føroysk nøvn, og nú er greitt, at tvey av teimum mest væl umtóktu ungu nøvnunum í Føroyum eisini verða við á ársins festivali.
Anna Lovisa og Bjarki hava sanniliga vunnið hjørtuni í føroysku áskoðarunum við sínum framførslum, stóru persónligheitum og smittandi tónleikagleði. Nógv kenna tey frá vælumtóktu sjónvarpssendingini Hoydalar, har tey hava víst síni tónleikaligu evni og skapt eina sterka tilknýting til føroyska fólkið – ikki minst millum tey ungu.
– Vit eru sera fegin um at fáa Annu Lovisu og Bjarka á pallin á Voxbotn. Tey eru bæði sera dugnalig og hava megnað at skapa eina heilt serliga støðu í føroyska tónleikaheiminum. Vit eru sannførd um, at tey fara at geva okkara gestum eina fantastiska uppliving, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari av Voxbotn.
Á OY Voxbotn fara tey at framføra fleiri av teimum sangunum, sum hava gjørt tey væl umtókt kring landið, og gestirnir kunnu gleða seg til eina framførslu við nærveru, orku og góðum lagi.
Nú er tíð at skunda sær
Um tú ynskir at tryggja tær atgongumerki til OY Voxbotn 2026, er nú stundin komin. Voxbotn hevur verið útselt hvørt ár síðani 2012, og nógv bendir á, at tað verður soleiðis aftur í ár.
Í løtuni eru færri enn 500 atgongumerki eftir til ársins festival, og sølan hevur gingið sera væl seinastu vikurnar.
Atgongumerki kunnu keypast á ebillett.fo.
OY Voxbotn verður hildið í Vágsbotni í Havn leygardagin 27. juni 2026 og savnar enn einaferð føroysku tjóðina til ársins størstu tónleikaveitslu.
Anna Lovisa og Bjarki eru klár at taka Vágsbotn. Eru tit?
Keyp atgongumerki á ebillett.fo