Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen til minnis

SKRIVAÐ: Jógvan við Keldu  |  18.06.2026 - 16:01 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Sum lívið gongur, møta vit ymiskum menniskjum, sum eru við til at gera okkum dagar og tíðir meiri enn aðrar, lata okkum upp dyr inn í nakað fyrr ókent og tí breiðka okkara vitan og vísdóm

 

Ein av hesum persónum var Mads Nørregaard Nielsen, sum meiri enn av og á vitjaði okkum og í mangar mátar setti okkum inn í eina meiri og minni ókenda verð.  Mads var – á ávísum økjum – ótrúligur frásøgumaður við einum burturav góðum minni  bæði við dagfestingum og persónum. Hetta var við sera innlivdum áhuga, samstundis, sum hann dagliga fylgdi væl við í tí, sum fyri fórst.

Mads vaks upp í Jandrup, á Vesturjútlandi. Hann kom fimm mánaðir gamal at vaksa upp í einum góðum, gudóttandi og tryggum heimi hjá hjúnunum Karen Agnete og Niels Peter Nørregaard. Táið hann var hálvtannað ár, fekk hann eina lítlasystur, sum æt Søs.

Vit komu at kenna hann, tá hann í 1990unum flutti til Føroya og vit gjørdust nakað seinni grannar.

Hóast hansara trygga heim var í Jandrup, fekk hann hugin til at vitja røtur sínar í Klaksvík.  Í sínum dyggu søguligu og ættaráhuga, kom okkara prát ofta inn á frændin Nólsoyar Páll, sum hann elskaði at tosa um.

Mads kom soleiðis at búleikast í Klaksvík í eini 15 ár og var sera virkin á ymiskum arbeiðsplássum, sum t.d. Klaksvíkar Roykivirki, Kósavirkið, Tavuna í Leirvík, Fiskavirkið í Gøtu, Bakkafrost umframt at han sigldi eitt stutt skoðbrá við ”Nærabergi”.

Tá Mads kom til Føroya, kom hann at ganga í Betesda, har varð hann doyptur og kom av og á til møtini.

Lat tað vera sagt, at í øllum teimum mongu samrøðum og samskiftum vit høvdu, var eitt, sum eg beit merki í, at hann var ótrúliga loyalur og tosaði sera positivt bæði um sínar arbeiðsgevarar og tey fólk hann til dagliga virkaði saman við. – Eisini skal sigast um hann, tá eg havi tosað við fólk, sum hann arbeiddi saman við, at hann bæði var sera raskur, ordiligur og vælgerðin. - Foreldrini vóru einar tvær ferðir og vitjaðu hann í Føroyum og ein dagin tók hann tey út við sær á Klaksvíkar Roykivirki fyri at vísa teimum arbeiðsplássið.

Hann hevði m.a. ein óendaligan djúpan áhuga í grammofonplátum serliga frá krígsloki og fram. Hann var áhugaður í týskum tónleiki, átti einar 3.000 78-grammofonplátur og tað kom eisini KVF tilgóðar, tá Hans Egholm og hann framleiddu áhugaverdu sendingarnar í útvarpinum: ”LAKK OG VINYL”. Hesar sendingar vóru áhugaverdar fyri ein lutfalsliga breiðan skara.

Mads og Hans gjørdust góðir vinir, høvdu nógv saman. Hans var tí eisini við til minnisløtuna í Jandrup.

Eisini fekk Mads gamlar grammofonplátur, har fólk privat høvdu sungið inn á plátu í Betesda á ”Grammofonupptøkuni” í 1950unum, tá pláturnar vórðu slitnar og eitt tunligt lag av feitti høvdu lagt seg á tær, komu fólk til hansara fyri at fáa tær reinsaðar og spælandi aftur.

Alt hetta og meiri enn tað var Mads!

Mads kendi nógv fólk og hevði ein avmarkaðan vinaskara. Eini av hesum fólkum vóru Karin Maria Jakobsen og heim teirra, har hann, komin til Føroya, kom at njóta serligan blíðskap, sum kom honum væl við.

So kom tíðin, tá foreldrini vórðu aldrandi og viknaðu, at hann seldi húsini í Klaksvík og flutti niðuraftur til Danmarkar fyri at vera teimum til hjálpar, sum kom teimum væl við.

Seinasta hálva árið hann livdi, lá hann sjúkur av krabba. Aftur her vísti hann kærleika til fólkið á hospitalinum, læknum   ansingarfólkunum á hospice, sum tosaði so vakurt um. - Í hesum døgum fekk hann tað sorg, at Mamma hansara, Agnete andaðist júst meðan Mads lá á hospice.

Í sjúkralegutíðini, tosaðu vit nógv saman, fattur og greiður sum hann var, setti hann ynski fram yvirfyri sínum húski og øðrum um, at hansara seinasta hvíldarstað skuldi vera í Kirkjugarðinum í Klaksvík, har urnan skuldi setast niður og at jarðarferðin verður tí út frá Betesda.

Mads gjørdist fyri okkum ein áhugaverdur kenningur og vinur!.

Vit hugsa um systrina Søs og pápan Niels Peter og fjølskylduna annars.  - Harrin veri hjá tykkum.

Æra veri minni um vin mín Mads Nørregaard Nielsen, føddur 1. oktober 1969, andaðist 5. september 2025.  55 ára gamal.

Jógvan við Keldu við húski.

 

PS! Jarðarferðin verður úr Betesda mánadagin 22. juni kl. 13.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival
Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonir­nar…
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti