Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvuna – næmingar hava bara tvey fak um dagin
Á Dueholmskolen í Nykøbing Mors í Danmark hava tey lagt vanliga skúladagin um. Seinastu tvey skúlaárini hava næmingarnir bert havt tvey fak um dagin – eitt fyrrapart og eitt seinnapart
Endamálið hevur verið at skapa meiri frið og betri møguleika fyri at hugsavna seg.
Sambært skúlastjóranum, Lars Zedlitz Alberg, hevur broytingin havt týðilig úrslit.
– Har vit áður høvdu nógvar trupulleikar við atburði, vánaligum máli og stressaðum ungum, hava vit nú ein skúladag við meiri friði og nærveru, sigur hann.
Undirvísingin fer fram í longri samanhangandi tímum upp til tveir tímar og 20 minuttir, sum sambært skúlanum gevur betri møguleika til hugsavnan.
Næmingarnir hava tó ymiskar upplivingar av skipanini – summi halda tímarnar kennast langar, meðan onnur halda, at tíðin gongur skjótt, tá undirvísingin er spennandi.
Kelda: DR P4 MidtVest