Lýsing
Lýsing
Laila & Malan á Summar Festival
Dugnaligu songkvinnurnar framføra á Summar Festivalinum í august
Virknu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir spæla konsert á ársins Summar Festivali.
Tær hava í mong ár verið virknar í ymiskum samanhangum – í bólkum, í kóri, sum solistar og sum kórsongkvinnur – og tær eru kendar sum sterkar songkvinnur við orku og yvirskoti. Tær kunnu framføra øll hugsandi sløg av tónleiki – eitt nú lívligan rock og fangandi popp.
Á Summar Festivalinum fara tær at framføra sum duo, og aftrat sær hava tær væl spælandi tónleikarar.
Tær spæla góðar og kendar sangir til stóru fjøldina, og hetta verður uppløgt høvi hjá fólki at syngja og liva við.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.
Seinastu tíðindini