Lýsing
Lýsing
Lýsing

Swangah á Voxbotn 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.06.2026 - 11:40 Mentan Tíðindi

Voxbotn hevur enn einaferð tryggjað sær eitt av teimum størstu føroysku nøvnunum á pallin. Tað er nú greitt, at føroyski rappbólkurin Swangah verður at hoyra í Vágsbotni 27. juni 2026.

 

 

Swangah verður av mongum mett at vera fyrsti veruligi rappbólkurin í Føroyum og hevur í nógv ár verið ein av teimum mest týðandi og vælumtóktu røddunum innan føroyskan hiphop. Bólkurin, sum hevur røtur í Svanga í Havn, hevur síðani byrjanina sett sítt sermerkta fingramerki á føroyska tónleikapallin við sínum beinraknu tekstum, sterku boðskapum og orkumiklu framførslum.  

Síðani debutútgávuna Belials Synir í 2011 hevur Swangah vunnið fleiri heiðrar, m.a. sum Ársins Bólkur og Ársins Nýggi Bólkur, og bólkurin hevur eisini fingið heiðurin sum besta live-navn á føroyska tónleikapallinum.  

– Swangah er ein bólkur, sum hevur verið við til at forma føroyskan rapp og hiphop. Teir hava altíð verið eitt serligt navn á føroyska tónleikapallinum, og tí eru vit sera fegin um at kunna bjóða teimum aftur á Voxbotn, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari.

Við løgum sum Øll í mínum sikti, Kalla tað Swangah,Áðrenn vit flagga og fleiri øðrum hevur bólkurin bygt ein trúgvan fylgjaraskara, og tað er eingin ivi um, at nógv fara at gleða seg til at uppliva Swangah á stóra Voxbotn-pallinum.

Voxbotn verður hildið í Vágsbotni í Havn leygardagin 27. juni 2026, har fleiri túsund gestir væntast til ársins størsta tónleikatiltak í Føroyum.

Swangah er klárt til Voxbotn 2026 – eru tit? 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…