Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipanarnevndini
Grønlendska landsstýrið hevur sett eina nýggja nýskipanarnevnd, sum skal koma við tilmælum um, hvussu almenni geirin kann skipast einfaldari, skilabetri og nærri borgaranum.
Formaður fyri nevndina er føroyski búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum. Norðlýsið hevur tosað við hann um arbeiðið, avbjóðingarnar og týdningin av nýskipanum í Grønlandi.
Tú ert júst valdur til formann í grønlendsku nýskipanarnevndini. Hvussu tók tú ímóti hesum álitisstarvi?
Johnny í Grótinum:
Eg eri sera fegin og takksamur fyri álitið, sum grønlendski fíggjarmálaráðharrin hevur víst mær. Hetta er ein týdningarmikil uppgáva, tí Grønland stendur framman fyri stórum broytingum komandi árini. Tað er týdningarmikið at byrja arbeiðið í góðari tíð og fáa eitt fakligt og væl grundað grundarlag undir tær avgerðir, sum skulu takast.
Hví hevur Grønland tørv á eini slíkari nevnd júst nú?
Johnny í Grótinum:
Eins og nógv onnur lond stendur Grønland framman fyri demografiskum broytingum. Fólkasamansetingin broytist, og tað fer at leggja størri trýst á almenna geiran og almennu fíggjarstøðuna. Samstundis eru vaksandi krøv til tænastur og vælferð. Um einki verður gjørt, kunnu útreiðslurnar vaksa skjótari enn inntøkurnar. Tí er neyðugt at kanna, hvussu skipanirnar kunnu betrast og tillagast framtíðini.
Hvørjar verða høvuðsuppgávurnar hjá nevndini?
Johnny í Grótinum:
Vit skulu serliga hyggja at arbeiðsbýtinum millum sjálvstýrið og kommunurnar, møguleikum fyri einfaldari reglum og meira talgilding. Eisini skulu vit kanna, hvussu nýggj tøkni og vitlíki kunnu stuðla einum meira effektivum almennum geira. Endamálið er at finna loysnir, sum kunnu geva betri tænastur og samstundis tryggja eina skynsama nýtslu av samfelagsins tilfeingi.
Í Føroyum hava vit eisini nógv kjak um talgilding og effektivisering. Eru nakrar royndir her heima, sum kunnu brúkast í Grønlandi?
Johnny í Grótinum:
Tað eru sjálvandi ymisk viðurskifti í Føroyum og Grønlandi, men vit kunnu læra nógv av hvørjum øðrum. Føroyar hava gjørt framstig innan talgilding og samvirkan millum almennar stovnar, og tað eru royndir, sum kunnu vera áhugaverdar fyri nýskipanir í Grønlandi. Samstundis hevur Grønland sínar egnu avbjóðingar við stórum frástøðum og smáum bygdasamfeløgum. Tað er tí umráðandi at finna loysnir, sum hóska til grønlendsk viðurskifti.
Hvussu fer arbeiðið hjá nevndini fram?
Johnny í Grótinum: Vit hava havt okkara fyrsta fund og lagt karmarnar fyri arbeiðið. Longu í september fara vit á vitjan hjá fleiri almennum stovnum fyri at fáa innlit í tær avbjóðingar, sum tey uppliva í gerandisdegnum. Vit vilja hava eitt breitt samstarv við myndugleikar, felagsskapir og aðrar áhugabólkar, so tilmælini byggja á bæði fakliga vitan og praktiskar royndir.
Nær kunnu grønlendingar vænta úrslit av arbeiðinum?
Johnny í Grótinum: Fyrsta frágreiðingin verður væntandi løgd fram í fyrsta ársfjórðingi næsta ár. Hon fer at innihalda ítøkilig uppskot, sum kunnu fremjast skjótt. Endaliga frágreiðingin er væntað í fyrra helvt av 2028 og skal geva grundarlag undir víðari nýskipanum av almenna geiranum.
Hvat sær tú sum týdningarmesta málið hjá nevndini?
Johnny í Grótinum: At tryggja, at Grønland eisini í framtíðini hevur eitt burðardygt vælferðarsamfelag. Tað krevur, at vit tora at hugsa nýtt, finna skilagóðar loysnir og brúka tilfeingið so væl sum gjørligt. Tað arbeiðið gleði eg meg nógv til at vera við til.
Fakta
* Nýskipanarnevndin hevði sín fyrsta fund 11. juni 2026.
* Nevndin er sett av Naalakkersuisut, grønlendska landsstýrinum.
* Johnny í Grótinum er formaður. Harumframt er Magni Laksafoss eisini úr Føroyum limur í nevndini saman við 8 øðrum serfrøðingum.
* Nevndin skal koma við tilmælum um at nútímansgera og framtíðartryggja almenna geiran í Grønlandi.
* Fyrsta frágreiðingin verður væntandi løgd fram í 2027, meðan endaliga frágreiðingin kemur í 2028.