Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Í gjár var reisigildi uppi á Deild í Mikladali, har 3 hús blivu reist í síðstu viku. Norðlýsið var við til gildið og fekk orð á byggiharrarnar.
Tað er fyritøkan sp/f GV50, við Martin Pætursson Hansen og Poul á Dul Olsen á odda, sum byggir. Snotiligu húsini eru 70 m2 umframt loft, ið gevur umleið 100 m2 tilsamans. Alt eftir hvussu ein velur at innrætta, ber til at fáa trý kømur, køk, stovu og vesi, dur og goymslurúm.
Til reisigildið vóru komin fitt av fólki. Teir høvdu bjóðað handverkarum, veitarum og øllum teimum, ið eiga ein part í verkætlanini, eins og øllum bygdarfólkunum í Mikladali.
“Vit hava onki gjørt við sølu enn, men vit fara at bjóða tey út skjótt. Tað verður bæði møguleiki fyri at keypa liðugt innrættað og óinnrættað”, sigur Poul. Víðari sigur hann, at tað hevur verið øgiliga spennandi og givið øðrvísi útfordringar at byggja á útoyggj. ”Vit hava møtt stórari vælvild frá fólkum í bygdini, og tað er sera stuttligt”, sigur Poul.
GV50 byggir annars mest íbúðir í Klaksvík, og tað fara teir at halda á við. Um byggivirksemið annars hjá GV50 sigur Poul, at ”vit hava eina byggiverkætlan í gongd í Vági í Klaksvík, har vit eru í ferð við at stoypa ovastu hæddina á íbúðarbygninginum. Hendan verkætlan verður væntandi liðug seinni í ár. Harumframt eru vit í holt við eina verkætlan Eystan Garð II, sum fevnir um 6 íbúðir. Har er betongarbeiðið liðugt, og vit eru í gongd við timburarbeiðið. Eystan Garð II verður væntandi liðugt tíðliga í 2027”. GV50 arbeiðir eisini við einari verkætlan, sum teir nevna Eystan Garð III, og sum fevnir um 6 íbúðir. Tann verkætlanin skal vera liðug á vári í 2027.
GV50 hevur higartil bygt 26 íbúðir í Klaksvík og hevur aðrar 18 í gerð. Og ætlanin er at halda á at byggja íbúðir komandi árini. ”Tað er primert í Klaksvík, vit byggja, hóast tað er stuttligt við verkætlanum í útjaðaranum”, sigur Poul at enda.