Jenis spyr landsstýrismannin um framtíðina hjá KVF
Í fyrispurninginum spyr hann, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera broytingar í Kringvarpinum, og um hann kennir seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutningin hjá stovninum.
Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, skrivligan fyrispurning um Kringvarp Føroya.
Í fyrispurninginum spyr hann, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera broytingar í Kringvarpinum, og um hann kennir seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutningin hjá stovninum.
Somuleiðis verður spurt, um núverandi skipan við kringvarpsgjaldi er nøktandi, og um landsstýrismaðurin heldur, at tað eigur at verða upp til einstaka borgaran at velja, um hann vil gjalda til Kringvarpið ella ikki.
Jenis av Rana reisir eisini spurningin um at seta eina ráðgevandi nevnd at fylgja við virkseminum hjá Kringvarpinum og hava eftirlit við stovninum.
Í viðmerkingunum vísir hann á, at Kringvarp Føroya hevur eina serliga støðu sum public service-stovnur og verður fíggjað við lógarbundnum gjaldi frá borgarunum. Hann vísir eisini á, at ymiskar meiningar eru um dygdina í sendingunum og tíðindaflutninginum.