Stórur áhugi fyri HM 2027: Telefonirnar kima støðugt hjá 62°N
Føroyska hondbóltsævintýrið heldur fram.
Lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í 2027 hevur júst verið, og nú er greitt, at Føroyar skulu spæla innleiðandi umfar í Magdeburg saman við Portugal, Póllandi og Algeria.
Áhugin fyri at sleppa við til Týsklands er sera stórur, og hjá 62°N hava telefonirnar nærum kimað uttan steðg síðani lutakastið.
Vit merkja eitt sera stórt trýst frá føroyskum fjepparum, sum vilja tryggja sær flog og hotell. Tað er fantastiskt at uppliva, hvussu nógv fólk vilja fylgja føroyska landsliðnum enn eina ferð, sigur Leivur Samuelsen, stjóri á 62°N.
Tað hevur verið sera trupult at fáa fatur á atgongumerkjum til dystirnar í Magdeburg, tí nógv av atgongumerkjunum vóru seld longu áðrenn lutakastið. Tó er einki endaligt enn, og arbeitt verður framvegis við ymsum møguleikum.
– Vit fáa nógvar fyrispurningar um atgongumerki hvønn einasta dag. Støðan er trupul í løtuni, men vit hava ikki givið upp. Samstundis síggja vit, at nógv føroyingar longu hava ognað sær atgongumerki sjálvi og nú hava brúk fyri flogferðum og hotellum, sigur Leivur Samuelsen.
62°N arbeiðir í løtuni við pakkaferðum til bæði Magdeburg og Hannover.
Ferðapakkarnir til Magdeburg umfata beinleiðis flog, hotell og transport møguleikar, meðan ferðapakkarnir til Hannover eisini umfata atgongumerki til allar dystirnar í millumumfarinum.
– Tað mest gleðiliga er, at føroysku fjeppararnir enn eina ferð eru klárir at fylgja landsliðnum. Vit sóu tað í Berlin og í Oslo, og vit eru sannførd um, at Magdeburg eisini fer at merkja føroyska stuðulin, sigur Leivur.