Føroyski stuttfilmurin “Eingin veit á morgni at siga” í høvuðskappingini á stórum filmfestivali
Føroyskur filmur hjá ungum filmsfólki fær altjóða uppmerksemi, nú stuttfilmurin “Eingin veit á morgni at siga” er úttikin til høvuðskappingina á The Next Film Festival í Danmark.
Tað er ein stórur heiður fyri føroyska filmsumhvørvið, at føroyski stuttfilmurin “Eingin veit á morgni at siga” er millum filmarnar, sum kappast um virðislønir á The Next Film Festival (TNFF). Danmarks størsta opna filmskapping fyri filmskaparar undir 24 ár. À festivalinum eru bæði sýningar og ein stór virðislønahandan , har dómsnevndin, ma. kend nøvn úr donsku filmsvinnuni, lata virðislønir, sum kunnu hjálpa ungum filmskaparum víðari.
“Eingin veit á morgni at siga” er leikstjórnaður av Martini Vang Vilhelm og er endaverkætlanin hjá liðnum í sambandi við Flogfisk filmskúlan.
Liðið handan filmin er:
Leikstjóri: Martin Vang Vilhelm
Framleiðari: Hallur Joensen
Fotografur: Adrian Bech Gaardlykke
Ljóðupptøkur og sniðgeving: Àki á Horn
Framleiðslusniðgevi: Elin Sólvør á Løgmansbø
Tónleikur: Mikkjal Davidsen
Í høvuðsleiklutunum eru:
Sigursól Jacobsen
Noomi Nielsen
Hjørdis Reistrup
Tóri Madsen
Flogfisk byrjaði í 2024 og hevur longu víst, at føroyskir ungir filmskaparar hava bæði evni, dirvi og søgur at bera fram. Skúlin er eitt átak hjá Filmverkstovuni Klippfisk, Filmshúsinum og Betri Stuðul.