Lýsing
Lýsing
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Í landskappingini koma á pappírinum teir kanska truplastu dystirnir sum eru eftir hjá KÍ í komandi trimum umførunum.
Í morgin kl. 18.30 í 14. umfari spælir KÍ á útivølli móti Víkingi og í 16. umfari, sum er tað síðsta áðrenn summarsteðgin, spælir KÍ á útivølli móti NSÍ. Hetta eru á pappírinum teir báðir kanska torførastu dystirnir, sum KÍ hevur eftir í ár av teimum 14, ið eru eftir.
Víkingur hevur bara tapt tveir landskappingardystir, sum vóru teir báðir fyrstu í kappingini á útivølli móti nummar eitt og tvey í løtuni. Tað merkir, at Víkingur hevur spælt síðstu 11 landskappingardystirnar uttan at tapa.
Undan dystinum hevur KÍ 29 stig, meðan Víkingur hevur 21 stig.
Seinastu tíðindini