Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu

SKRIVAÐ: Jóhann Lútzen  |  18.06.2026 - 23:00 Ítrottur Tíðindi

Fyrsta liðið, sum KÍ kvinnurnar skulu møta, er kanska tað sterkasta í bólkinum, hóast liðið ikki var styrkismett. Vinnur KÍ tann dystin, er møguleiki fyri - á pappírinum - at seinni dysturin, sum eisini er finalan í bólkinum, verður eitt sindur lættari.

KÍ kvinnurn komu í bólk saman við trimum øðrum liðum í lutakastinum í Nyon í dag. Samanumtikið fekk KÍ eitt góðtikið lutakast, ið gevur vón um at koma víðari frá fyrstu mini-kapping í Champions League.

 

Ludogorets (BUL)

Ludogorets er eitt rættiliga nýtt navn í kvinnufótbólti, men felagið hevur sterkar kreftir aftanfyri seg. Mansliðið hjá Ludogorets hevur klára seg væl í bulgarisku deildini í nógv ár og hevur javnan spælt í evropeiskum kappingum. Kvinnuliðið hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur og er komið skjótt fram í oddin í Bulgaria.

Hóast navnið Ludogorets kanska ljóðar ræðandi, er kvinnuliðið bert trý ára gamalt. Felagið varð sett á stovn í 2023 og vann sítt fyrsta bulgarska meistaraheiti í vár. KÍ møtir sostatt einum felagi við stórum ambitiónum og sterkari fíggjarorku, men ikki einum liði við langari evropeiskari søgu.

 

KFF Mitrovica (KOS)

Mitrovica gjørdi søgu í 2019, tá liðið úr Kosovo vann seg víðari úr Champions League-kvalifikatiónini (sum var skipað øðrvísi tá) og kom upp millum tey seinastu 32 liðini. Tær vóru fyrsta kvinnuliðið úr Kosovo, sum megnaði hetta, áðrenn tær møttu týska stórliðnum Wolfsburg og taptu samanlagt 15-0.

Mitrovica hevur verið fastur gestur í evropeiskum kappingum og hevur vunnið sær virðing, sum eitt av teimum sterkastu liðunum úr Balkan-økinum. Felagið hevur nakrar landsliðsleikarar hjá Kosovo, sum hava drúgvar royndir frá altjóða fótbólti.



FC Zimbru (MDA)

Zimbru úr moldovska høvuðsstaðnum Chişinău er helst mest kent fyri sítt søguríka manslið, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti í Moldova og spælt nógvar evropeiskar dystir. Hetta er tó nøkur ár síðani.

Kvinnuliðið er tó eitt nýtt lið, sum varð stovnað í 2025. Longu fyrsta árið hevur felagið staðið seg væl í moldovsku kvinnudeildini og er nú komið út í Evropa. Talan er sostatt um eitt nýtt felag sum hevur klára seg væl, og hevur stórar ambitiónir, men við avmarkaðum altjóða royndum á kvinnusíðuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið
Samstarvsavtala um integratión fyri norð…
Stangavegur skal asfalterast
Ítrótta- og rørsluvikan “Vit eru við” ve…
Fyrstu 100 árini hjá VB útgivin í sersta…
Danskur skúli vrakar klassisku tímatalvu…
Mileta í Mjølnir!
Prógvhandanin 2026
Laila & Malan á Summar Festival