Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa um
Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, fer at halda talu á midnátt á norðoyastevnu og hann er eitt sindur í iva um, hvussu talan fer at síggja út, nú eina viku undan, at talan verður hildin. Men hon skal hava ein kant og raka stemmningin, sigur hann.
(Grein úr blaðnum)
Sjúrður Skaale er ikki nógv verdur, nú eg havi sett honum stevnu í Norðurlandahúsinum, fyri at fáa hann at lýsa hvørjar tankar, hann ger sær, áðrenn hann fer at tala til stóra mannfjøld á Norðoyarstevnu. Hann er ikki nógv verdur, tí seinastu vikuna, hevur hann verið sjúkur, hevur fingið okkurt lort, og hvar hann er smittaður, veit hann ikki, og hann hevur ligið í songini alla vikuna, og tað er ikki meira enn tað grælar í honum.
Hann hevur nú mannað seg upp til samrøðuna og leggur doyðin á, at eg ikki komi ov nær, soleiðis, at hann smittar. Eg siti í passaligari frástøðu kring runda borðið í forhøllini í Norðurlandahúsinum og vit báðir njóta urtate, sum er at fáa í matsøluni. Tað stavar frá einum gráum bretskum jalli, hvørs uppruna vit ikki kenna. Urtate skaðar í hvussu er ongan háls.
Ofta undirhildið í Klaksvík
At standa frammanfyri stórari mannfjøld í Klaksvík er slett ikki ókent fyri Sjúrð Skaale. Hann hevur enntá hildið røðu á Norðoyarstevnu fyrr, hetta hendi í 2021. Og so hevur hann ofta undirhildið í samband við Summarfestivalin, sum hann hevur verið ein partur av øll árini í samband við útvarpsrásina Rás 2.
-Í Rás 2 var talan um studioframførslu, nú skal eg møta fólki, og tað er ørvísi. Akkurát hvussu framførslan verður, veit eg ikki enn, men tað er okkurt, eg hugsi um. Eg haldi, at talan eigur at vera løtt og eg má royna at raka stemmningin, sigur hann.
-Klaksvík er ein so deilig mótvekt til Havnina og tað er gott at hava mótvekt og mótsetningar rigga í talum. Tað hendir mest í Havn sætt við havnareygum. Gud viti, hvat klaksvíkingar siga til tað, sigur hann við einum smíli.
-Eg má royna at finna eina typu, sum umboðar umhvørvið her norðuri og tosa um hann, eina typu, har tú ikki er í iva um, hvar hann hoyrir til, sigur Sjúrður Skaale.
Dygdin má vera har
Sjúrður greiðir frá, meðan sveittaperlurnar renna niður eftir kinnunum, at hann hevur hildið nógvar røður í sínum lívi, so nógvar, at hann ikki hevur tal á tí og ongin tala er líka.
-Eg royni at skriva talurnar lættar og skemtiliga, men við kanti. Ein boðskapur má eisini vera. Dygdin má vera har og tað skemtiliga má til, fyri at fáa boðskapin fram.
-Eg kenni væl Klaksvík og havi enntá hildið talu fyri KÍ og tá er mann inni í hitanum. Sum eg nevndi, havi eg verið nógv í Klaksvík í samband við summarfestivalin og eri eisini bundin av staðnum á annað hátt. Pápi hevði í mong ár bát liggjandi í Klaksvík, og vit vóru nógv her í samband við bátin, tá ið eg var ungur, sigur hann.
- Men eg havi ikki bjóðað meg fram. Dávur Winther spurdi meg og eg segði ja, sigur hann.
-Hetta verður ein midnáttarrøða og fyri meg er tað líkamikið, nær og hvar eg haldi eina røðu. Hon er altíð eina avbjóðing.