Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya bjór renningini á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.06.2026 - 10:18 Ítrottur Myndarøð Tíðindi

Tað var av allar fagrasta veðri, tá runnið varð á Norðoyastevnu, tá Treysti skipaði fyri árligu Føroya Bjór renningini fyri 29. ferð. Lagið var gott, og tilsamans 98 vaksin og børn luttóku og gjøgnumførdu renningina.

 

Tey vaksnu runnu 5 km, ein teinur sum júst er uppmáldur av nýggjum og tí er ein góðkendur kappingarteinur til met og krøv.

Í vaksnamannaflokkinum luttóku 34 rennarar, harav 13 vóru úr Treysti og støðið var høgt.

Hjá monnum vann Julian Gregersen úr Treysti við tíðini 14:53, sum bert er eitt sekund frá hansara føroyska meti. Nummar tvey og trý gjørdust ávikavist Neli Heldarskarð úr Bragdið við tíðini 16:27 og Matthias í Lambanum úr Roysni við tíðini 17:41. Teir báðir runnu maraton fyri bert trimum vikum síðani.

Hjá kvinnum var tað sterka Maria Chun Nielsdóttir úr Bragdið, sum kom fyrst á mál við tíðini 21:12. Nummar tvey og trý vóru tveir kendir rennarar, sum vit ikki hava sæð í kapping leingi, nevniliga Vibeka Eihilt Sivertsen, sum rann 21:52 – ein sera góð tíð – og Rebekka Fuglø, ið eigur fleiri føroysk met, sum rann 23:21.

Hjá mansveteranum vóru tað trúføstu veteranarnir úr Treysti, Heini Gregersen og Jonhard Larsen, sum gjørdust nummar eitt og tvey við tíðunum 19:36 og 19:59. Nummar trý varð Finn Johannesen úr Hvistuni við tíðini 20:55.

Hjá kvinnuveteranum vóru tað Maria Chun Nielsdóttir, Maria í Króki úr Treysti (26:07) og Marjun Lómaklett (29:53), sum gjørdust nummar eitt, tvey og trý.

Fleiri av rennarunum úr Treysti vístu eisini góða menning. Serliga merkisvert var, at bæði Erik Løksagarð og Niels Juel Arge fyri fyrstu ferð megnaðu at renna 5 km undir 20 minuttir. Teir komu á mál við ávikavist 19:02 og 19:04. Eisini runnu Eyðun Ranason og Óli av Gravarbø sera væl og fingu tíðinar 20:27 og 21:50. Hetta vísir, at støðug og miðvís venjing ber ávøkst.

Eisini luttóku nógv børn í Føroya Bjór-renningini. 24 børn undir 7 ár runnu 250 metrar, og 38 børn undir 15 ár runnu 425 metrar.

Børnini vóru ómetaliga røsk og vóru í góðum lag.

Eftir renningina var heiðursmerkjahandan, og Føroya Bjór bjóðaði vatn og sodavatn til allar luttakararnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óli Hans Olsen fer úr starvi sum stjóri…
Føroya bjór renning­ini á Norð­oyastevnu
Fiski­vinnan bleiv javnstillað við aðrar…
Flogbóltslands­liðið við monnum til Norðu…
"Súkklukapping á Norð­oyarstevnu 2026
Nýtt lag við Starlight
Tøkk
Veðrið í vikuni
Norð­oyastevnuskrúðgonga og -røða í fagra…
Vit liggja nummar eitt !!
So skeyt hann!
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu