Norðoyastevnuframsýningin
Upprunaliga hevur Norðoya Listafelag staðið fyri Norðoyastevnuframsýningini í miðhøllini á Skúlatrøð á Norðoyastevnu í mong ár – Ja, heilt síðani 1986.
Tá ið Norðoya Listafelag gjørdist partur av verkætlanini kring Varpið, bleiv í 2017 á fyrsta sinni skipað fyri Summarlist í kjallarin í Posthúsinum, sum var frá Norðoyastevnu og nakað út á summarið. Síðani hevur listafelagið skipað fyri listaframsýningum í Varpinum.
Rotary-Klaksvík hevur staðið fyri framsýningini á Skúlatrøð tey seinnu árini. Í fjør tóku næmingar á Klaksvíkar kvøldskúla stig til Norðoyastevnuframmsýningin á Skúlatrøð.
Nú Norðoyastevnan hevur 90 ár á baki og Norðoya Listafelag 40 ár á baki, er avrátt at Norðoya Listafelag skal fyriskipa eina størri framsýning á komandi Norðoyastevnu í Miðhøllini á Skúlatrøð.
Í Varpinum verður ein framsýning við verkum eftir Vegghamar. Eisini verður ein framsýning í Varpinum um kvinnur í fiskivinnuni.
Norðoyastevnuframsýningin
Framsýningin verður sum vanligt í Miðhøllin – og eisini í torgunum norðanfyri, kallað Torg 1 og Torg 2.
Framsýningin er opin fríggjadagin 29. mai kl. 17 – 20, leygardagin, 30. mai kl. 15 – 19 og sunnudagin 31. mai kl.15 - kl. 15 – 19.
Tá ið Norðoyastevnuframsýningin letur upp, fríggjadagin 29. mai kl. 17, verður skipað fyri frenisering við røðu, tónleiki og løttum ábiti.
Talan er um opna framsýning, har til ber at boða frá luttøku til Norðoyastevnuframsýningina á nordoyalistafelag@gmail.com
Tilmeldingarfreist: 15. mai 2026 – Kl. 16.00.