Lýsing
Lýsing
Lýsing

Norðurlendsk kokkakapping á Sjómannadegnum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  11.05.2026 - 19:39 Mentan Tíðindi Vinna

Norðurlendska kokkakappingin fyri ungar kokkar, “Arctic Young Chef”, stytt AYC, verður hildin 22. august í ár.

 

AYC var hildin á fyrsta sinni í 2024. Eitt innleiðandi umfar verður hildið í londunum Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Norra. Vinnarin í hvørjum landi heldur fram til eitt finaluumfar, har kappast verður ímóti vinnarunum úr hinum londunum.

Treytirnar fyri at luttaka eru, at tú stendur í læru sum kokkur ella hevur staðið sveinaroyndina fyri kokkar, men í mesta lagi ert 24 ár. Í mesta lagi 8 luttakarar sleppa at kappast í innleiðandi umfarinum í hvørjum landi.

Í kokkakappingini sjálvari verður dentur lagdur á:

  • rávørur, ið eru ov lítið gagnnýttar 
  • at samantvinna siðvenju og nýhugsan
  • haldføri og matspill
  • at menna rættir, ið kunnu borðreiðast í t.d. skúlum og almennum køkum

Tilmelding og nærri kunning fæst á www.ayc.fo

 

Mynd av instagram vanganum hjá AYC

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…
Megnar klaksvík­ingur at svara aftur?
Heimsmeistaraheitið í fótbólti - søgan u…
Formula heiðrað av HP fyri søluavrik inn…
Trump hátíðarheldur 80 ára føðingardag v…
Monika Stauss og Símun Hammer 2 konserti…
Føroysk vinnuferð til Suðurkorea
- Vit skulu verða tryggari á bóltinum
KG fekk vitjan í dag
KG fekk vitjan í dag
HM byrjar í kvøld, og eitt lítið oyg…
Føroya Bjór: Sigfríður Venned 40 ára sta…