Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Nokkso óhugaligt útsýni í dag. Avkavað eftir lítlari løtu í morgun. Ikki tí, at tað er so óvanligt – tað hevur ofta kavað seint í mai og inn í juni. Men tað vóna vit ikki fer at vera í ár. Seinastu 3 árini kavaði ikki í mai ella juni, hvørki lambaspræni ella ternusnertur. | Mynd: Undirritaði

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.05.2026 - 12:12 Tíðindi Veðrið

Í vikuni, sum stendur fyri framman, fer veðrið at skifta eitt sindur aftur og fram, til hann – vónandi – fer at koma lágt fram ímóti vikuskiftinum. Forsagnirnar eru eitt sindur ósamdur um júst tað, men vit vóna, at tað er endin á høgættini á hesum sinni.

Hann fer at vera høgur allan dag, men út á seinnapartin fer at slíta í. Í morgin fer hann niður í sunnan, og samregn fer at skola allan tann nýggja kavan vekk. Mikudagin kemur hann aftur høgt við onkrum kavaæli, men bert í eitt samdøgur ella so.

Saman við hesum umleypandi veðrinum fer hitalagið eisini eitt sindur upp og niður. Fram ímóti vikuskiftinum fara vit upp um 10 stig, um vit skulu trúgva seinastu forsagnunum.  

Veðrið í vikuni – dag fyri dag.

Mánadagin:

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 8 til 13 m/s, samdrigið og samregn. Um kvøldið støkkur hann vesturum, og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Um náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 2 til 8 stig.

Týsdagin:

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað við sólglottum, men okkurt ælið, í støðum kavi. Seinnapartin lítil lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, í støðum kavi. Um kvøldið og náttina lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.

Mikudagin:

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Um kvøldið og náttina lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt. Hitin 2 til 8 stig.

Hósdagin:

Lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, sum spakuliga gongur vesturum og niður í útsynning, meðan tað er samdrigið og turt. Um kvøldið lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Um náttina lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Hitin 4 til 9 stig.  

Fríggjadagin:

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og samregn. Seinnapartin og frameftir lot til frísk lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 7 til 10 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Lýsing