Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sannførandi sigur og fleiri ungir leikarar vístu seg fram

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  10.05.2026 - 21:09 Ítrottur Tíðindi

5-0 sigur var ikki eitt mál ov lítið, tá ið KÍ tók móti Skála á heimavølli í dag. Hagtølini frá dystinum vísa eisini, at KÍ hevði nógv fleiri møguleikar og royndir á málið hjá Skála, enn Skála megnaði at skapa.

Skála hevur vunnið bæði móti B36 og 07Vestur fyrr í ár. Uppgávan hjá Skála var, at gera tað torført hjá oddaliðnum at halda fram við sannførandi spælinum.

Fyrsta partin av dystinum vísti Skála stóran vilja, tó uttan at koma til nógvar møguleikar. Ein verjuvilla hjá KÍ mundi gjørt, at Skála slapp at leggja seg framum longu heilt tíðliga í dystinum, men tað var einasta støða, ið veruliga var vandamikil.

KÍ kvinnurnar vístu hinvegin, at tær ætlaðu at vaska javnleikin í Havn av sær, og pressaðu upp á frá byrjan at fáa mál. Bólturin var nógv inni í feltinum hjá Skála, men neyvleiki manglaði, tí møguleikarnir og góðu støðurnar vóru ríkiligt av.

Tá ið 18 minuttir vóru leiktir skoraði Durita Hummeland við høvdinum til 1-0, eftir at Malena Olsen hevði skallað bóltin víðari.

Í tíðini dómarin hevði lagt afturat í fyrra hálvleiki, skoraði Malena Olsen frá kantinum av brotsteiginum, eftir at Skála ikki megnaði at rudda burtur.

Í seinna hálvleiki valdi venjarin at geva fleiri ungum leikarum spælitíð, og stutt eftir at Karla Sjóstein og Elspa Zachariassen vóru komnar inn, fekk Sólja Ernstdóttir ein góðan bóltin í dýbdina frá Eyðvør Klakstein, sum hon rann upp og smekkaði í málið til 3-0.

Áðrenn tey bæði seinastu málini blivu skorðaði, vóru eisini Rannvá Ryan, Birita Mohr og Aleksandra Zachariassen settar á vøllin. Fyri Aleksandru var hetta fyrsti dystur í bestu deildini, og klárði hon hetta framúr væl við einum flottum uppleggi til Biritu Mohr, sum hegnisliga skoraði til 5-0.

Karla Sjóstein skoraði málið til 4-0, eftir ein retur í fimmetrinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing