Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mátistøðirnar hjá Landsverki og tær hjá Veðurstovu Føroya er av sama slagi. Líkjast hesari á myndini. Veðurstovan hevur sett sínar 5 upp í norðast & sunnast, eystast & vestast og so ein mitt í landinum. | Mynd: Landsverk

Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.05.2026 - 11:00 Tíðindi Veðrið

- og hvat kunnu tølini eisini brúkast til?

Í apríl regnaði 119,4 mm á Kirkju. Tað merkir, at rann einki vatn frá ella guvaði uppaftur í lufthavið, lá eitt javnt lag av regnvatni à næstan 12 cm á jørðini beint við mastrina, har sum regnmátarin stendur.

Siga vit fyri stuttleika, at tað fullu líka nógvir mm av regni niður á alt landið í apríl, og ikki bert har sum regnmátarin stendur á Kirkju, so hevði talan verið um heilt ótrúliga stóra mongd av vatni.

Vit seta víddina á Føroyum til 1400 km2 og rokna hana um til m2: (1 km2 er tað sama sum 1000000 m2): (1400 km2x 106)= 1.400.000.000 m2 – hetta er 1 komma 4 milliardir fermetrar!    

Avfallið á Kirkju skal eisini roknast í metrum: (119,4mm : 1000) = 0,1194 m. Nú kunnu vit rokna okkum fram til tons: (1.400.000.000m2 x 0,1194m) = 167.160.000 tons (!)

Hetta er ræðuliga nógv tons av vatni, meiri enn 167 milliónir tons . . . . . (mátti líka venda roknistykkinum nakrar ferðir saman við einum talknúsara.....)

Fyri at skilja, hvussu nógv hetta er, havi eg sett tað upp ímóti dagligum viðurskiftum.

Í einum 25 m longum svimjihyli eru 469 t av vatni. Hann hevði kunnað verið fyltur og tømdur 356.418 ferðir við regninum.

Í 50 m hylunum í Havn og í Vági eru 2578 t av vatni, og annan teirra høvdu teir kunnað tømt og fylt aftur 64.851 ferðir.

Tað er viðmælt, at vaksin fólk eiga at drekka 2 litrar av vatni hvønn dag. 167 milliónir tons svara til, at meiri enn 83 milliardir fólk høvdu fingið nóg nógv at drekka í ein dag – ella, um vit býttu tað yvir allan mánaðin, næstan 2,8 milliardir fólk fingu nóg mikið av vatni hvønn dag í apríl.

Hugsa vit eina løtu fyri stuttleika, at øll 167 milliónir tonsini duttu niður á vøllin á Djúpumýru, og at einki rann frá ella guvaði burtur, so hevði ein høgur stabbi av vatni staðið niður á graslíkið.

Vøllurin er 100 m langur og 64 m breiður. Víddin er (100m x 64m) = 6400 m2. Stabban rokna vit til at vera (167.160.000t : 6400m2) = 26.119 m høgan!

26.119 m eru næstan 3 ferðir hæddina á Mount Everest, heimsins hægsta fjall, sum er 8848 m høgt. Taka vit eitt fjall, sum er nógv nærri Djúpumýru, Háfjall (648 m), hevði stabbin verið 40,3 ferðir hægri!

Tað hevði sikkurt borið til at sæð stabban úr rúmdini!

Apríl er vanliga ikki tann vátasti mánaðin í árinum, og apríl í ár eitt sindur turrari enn tey seinastu 30 árini. Vórðu tølini frá tí vátasta mánaðinum brúkt, ella tølini fyri alt árið, so vóru tølini í roknistykkinum omanfyri nógv størri.

Soleiðis kunnu øll tøl vendast til okkurt stuttligt, tá ið man einki betri veit sær at gera . . . .  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…