Lýsing
Lýsing
Lýsing

Starvsfólk til Baldursbrá

SKRIVAÐ: Lýsingargrein  |  11.05.2026 - 11:00 Tíðindi

Virksemið í Baldursbrá verður í næstum økt við einari nýggjari vøggustovu og einari barnagarðsstovu, og tí søkja vit eftir námsfrøðingum og hjálparfólkum til starvsbyrjan 1. august 2026

 

Vit søkja eftir:

  • Trimum starvsfólkum til vøggustovu á 30 tímar um vikuna
  • Eitt starvsfólk til vøggustovu á 20 tímum um vikuna
  • Trimum starvsfólkum til barnagarðsstovu á 30 tímar um vikuna
  • Eitt starvsfólk til barnagarðsstovu á 28 tímar um vikuna

Baldursbrá er kommunalur dagstovnur, ið lat upp á heysti í 2021. Stovnurin er ein náttúrubarnagarður, við denti á tryggleika og umsorgan, sum fær tað einstaka barnið at mennast og trívast. Stovnurin hevur frálíka staðseting, við fjøru og haga í nærumhvørvinum. Náttúran er tí ein týðandi partur av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum.
Í løtuni eru tríggjar barnagarðsstovur til børn í aldrinum 3-6 ár og ein vøggustova til børn í aldrinum 0-3 ár.

 

Vit kunnu bjóða

  • ein spennandi stovn, ið er í menning viðvíkjandi námsættlan og virðisgrundarlag
  • ein góðan og vælvirknan starvsfólkahóp.
  • ein stovn, ið arbeiður við náttúrunámsfrøði.
  • ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum
    tíð til fyrireiking.

 

Vit vænta, at tú:

  • hevur ein savnandi hugburð
  • ert opin, erlig/ur og fyrikomandi
  • leggur teg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
  • sært møguleikar í øllum børnum
  • vil vera við til at mynda stovnin sum ein nátturubarnagarð.
  • hevur áhuga í at arbeiða við náttúrunámsfrøði, endurnýslu og burðardygd.
  • ert tilvitað/ur um menningina hjá einstaka barninum
  • sært stórt virði í viðurkenning og inklusión
  • ert týðilig/ur í samskifti, og leggur dent á gott samstarv
     

 

Setanarviðurskifti:

Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Vivian B. Samson, leiðara, á telefon 225719
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi seinasta lagi 21. mai 2026.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin leinkjuna her: Starvsfólk til Baldursbrá

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…