Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Andrei Vladut Antal

Árni bleiv besti leikari í apríl

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  10.05.2026 - 08:30 Ítrottur Tíðindi

FSF skrivar:

Leygardagin varð Árni Frederiksberg úr KÍ heiðraður sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum í apríl mánað.

Í harðari kapping við Heina Vatnsdal úr B36 og málverjan hjá NSÍ, Kristian Joensen, var tað – tá samanum kom – Árni Frederiksberg, ið fór avstað við heiðurinum sum besti spælari í apríl mánað í MeistaraDeildini hjá monnum.

Við støðugum og avgerandi avrikum fyri KÍ, hevur framrættaði miðvallarin enn einaferð víst, hvussu stóran leiklut hann hevur á liðnum hjá teimum kongabláu.

– Hetta er ein deiligur heiður at fáa, men eg kann ikki lúgva meg frá, at eg fegin hevði viljað býtt hendan heiður um við eina betri byrjan upp á landskappingina. Tá tað er sagt, so er einki avgjørt enn – langt frá – og vit hava sjálvandi gott mót til komandi dystir og tað, sum er eftir av kappingini, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF.

Atkvøðugreiðslan fer fram í tveimum umførum. Í fyrstu atkvøðugreiðsluni eru tað miðlafólk og fótbóltsviðmerkjarar, ið velja millum allar spælararnar í MeistaraDeildini. Teir tríggir, sum fáa flestar atkvøður, fara síðani víðari til eina nýggja atkvøðugreiðslu, ið fer fram á sona appini hjá Føroya Tele.

Hesaferð vóru teir tríggir tilnevndu Árni Frederiksberg úr KÍ, Heini Vatnsdal úr B36 og Kristian Joensen úr NSÍ. Tá úrslitið var gjørt upp, hevði Árni Frederiksberg fingið 38 prosent av atkvøðunum á sona.

Heiðurin varð handaður av Regini Frederiksberg, pápa Árna, sum vegna Fótbóltssamband Føroya lat soninum eitt gávubræv frá Bygma Balslev umframt eina heiðursplátu frá FSF.

Átakið “besti spælari í hvørjum mánaði” er í samstarvi við Bygma Balslev, Føroya Tele og Atlantic Airways.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Veðrið á Norð­oyastevnu
Heilivágs­ráðið farið til verka
Lýsing