Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur í vinningsbýti á aðalfundinum í dag

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  13.05.2026 - 14:05 Tíðindi Vinna

Aðalfundurin hjá Føroya Tele samtykti í dag at rinda eigaranum, Føroya Landsstýri, 50 milliónir krónur í vinningsbýti. Ársúrslitið hjá samtakinum var góðar 38 milliónir krónur eftir skatt í 2025. Nevndin er óbroytt, og Bjarni Arnason heldur fram sum nevndarformaður.  

 

Samtaksnevndin í Føroya Tele fegnast um góðu gongdina, og at samtakið stendur á tryggari fíggjarligari grund bæði í gjaldføri og rakstri.

Nevndin góðkendi herfyri samtaksroknskapin, sum var lagdur fram og samtyktur á aðalfundinum í dag. Ársúrslitið eftir skatt var 38,4 milliónir krónur. Tað er góðar fimm milliónir krónur meira enn í 2024, tá ið Føroya Tele hevði 33,1 milliónir krónur í avlopi eftir skatt.

Grundað á sterku fíggjarstøðuna mælti nevndin aðalfundinum til at útluta eigaranum, Føroya Landsstýri, 50 milliónir krónur í vinningsbýti, og hetta varð samtykt.

Føroya Tele hevði 519,1 milliónir krónur í eginpeningi við árslok 2025.

– Samanumtikið kunnu vit staðfesta, at Føroya Tele, sum fyllir 120 ár 19. november í ár, er í sera góðum formi, Bjarni Arnason, formaður í samtaksnevndini
 
Nevndarformaðurin takkar stjórn og starvsfólkum fyri framúr gott avrik. Hann fegnast um, at Føroya Tele heldur eina trygga kós, og at tað eru góð útlit fyri, at samtakið fær eitt enn betri ársúrslit í 2026.

Allir nevndarlimirnir halda fram eftir aðalfundin í dag. Føroya Landsstýri velur fýra limir í samtaksnevndina, og tríggir nevndarlimir eru starvsfólkavaldir.

Í nevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, og nevndarlimirnir Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Andersen, sum øll eru tilnevnd av landsstýrinum. Ólavur Simonsen, Finnbjørn Simonsen og Janus Djurhuus eru starvsfólkvaldir nevndarlimir.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Tele útlutaði 50 milliónir krónur…
Atlantic Fair maritima framsýningin 25 á…
Fimleikur: Ein barndómsdreymur at sleppa…
Smáskótadagur í Klaksvík
Trump: Norð­sjóvaroljan kann bjarga Keir…
Upptakt: KÍ-NSÍ
ABC samgongan kemur ikki væl frá byrjan
Bíbliu­felagið við nýggjari týðing av Nýg…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Fyrra hálvfinalan í Klaksvík mikukvøldið
Undirsjóvar­tunnil um Kalsoyarfjørð
Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið