Hvar er harmonikan Martin?
Tað gippaði eitt sindur í Martin í Búðunum, tá skiparin kom niðurundir og spurdi, hvat gekk fyri seg.
Teir vóru á veg á sildaveiðu við Vesturvík og Vilhelm á Syðradali var skipari. Hann var av tí gamla slaginum, har pátrúgv fylti nógv.
Martin og hinir av manningini vóru ungir og mangan eitt sindur kúllasligir og sótu niðriundir og sungu. Martin spældi uppá harmoniku.
Hana hevði hann fingið frá pápa sínum, tá hann einaferð, stutt eftir seinna heimsbardaga, førdi Barm. Teir vóru farnir til Onglands og Martin slapp við. Hann var bara um 10 ára aldur tá. Heimafturkomnir biður pápin Martin koma niður í skiparakamarið, tí hann hevði nakað til hansara. Tá hevði hann keypt eina fitta harmoniku við 12 bassum. Pápin visti, at Martin var hugtikin av tónleiki. Tað sama var mamma Martin, Hanna í Búðunum.
Nú sita teir í tí bestu sildatíðini í 1950-árunum umborð á Vesturvík og syngja og spæla harmoniku, tá skiparin kemur niðurundir og spyr um harmonika er her. Hann bleiv so fornermaður, at hann tosaði ikki aftur við Martin á túrinum.
Martin sigur, at hann leggur ikki í, um hann sigur hetta. Hatta vóru teir gomlu skipararnir. Fullir av pátrúgv. Tað skuldi ikki vera nakar musikkur umborð og Vesturvík skuldi ikki vera nakað harmonikuskip.
Sjálvt einaferð, tá Martin fór inn í galluna at fáa sær ein kopp av te, og skiparin var har, tá snakkaði hann ikki við hann.
Nå, tað var so alt í lagi við tí, sum Martin tekur til.
Teir fóru so út at royna og komu á fiskifeltið, kastaðu, og fingu 800 tunnur í fyrsta hálinum. Rokfiskiskapur!
Fiskaríið var so gott, at teir vaktu í tvey døgn, áðrenn nakar slapp til køjs.
So inn við fullum skipi at landa. Skaale menninir í Havnini, Sigfred Skaale og teir, vóru reiðarar.
Teir løgdu fyrst at í Klaksvík, og Martin fekk harmonikuna í land. Hann tímdi ikki at hava hana umborð, vissi skiparin skuldi ganga við gron av teirri orsøk.
So fóru teir útaftur at fiska.
Teir stimaðu í eina heila viku og fingu ikki eina einastu sild nakrastaðni, sigur Martin.
So einaferð teir sita niðri í galluni, tá kemur Vilhelm niðurundir.
Martin, hvar er harmonikan? spyr hann.
Harmonikan? spyr Martin. Hana koyrdi eg í land í Klaksvík, tí tú dámdi ikki, at eg hevði hana við.
Tað skuldi tú ikki haft gjørt, segði skiparin!
Nú var vent í holuni. Tí nú var tað harmonikan, sum hevði fiskað so væl.
Soleiðis kundi tað ganga.
Búðarnar soleiðis sum tær sóu út seinast í 1960'unum
Familjan
Pápi Martin var Sámal hjá Oyra-Kristoffur. Vit eru mong, sum minnast Sámal væl frá tí tíðini, tá nógv fiskaarbeiði var á Norðborg. Ein stórur partur av arbeiðinum var at landa skipini hjá selghúsmonnunum.
Tá vóru fleiri eldri menn uppí arbeiðinum, so sum Hans, sum var beiggi Martin, Sørin Pram, Líggjas, Betuel Zachariassen, Símun David umframt Sámal og fleiri aðrir.
Og so vóru sjálvandi ein rúgva av tannáringum og yngri monnum uppi í arbeiðinum. Harímillum eg sjálvur.
Eg minnist, at tá vit fóru í gongd, so arbeiddu vit yngru í full drøn, og skræddu so nógvan fisk úr lastini sum møguligt upp á so stutta tíð sum møguligt, fyri at fáa so nógvar roykipausir sum møguligt, alt ímeðan teir eldru koyrdu seigliga á, javnt og samt.
Men vit vóru slett ikki í iva um, at vit fingu nógv meira fisk uppá land, enn Sámal og teir.
Men tá dagurin var komin at enda minnist eg sera væl, at tað, at teir eldru høvdu staðið allan dagin og arbeitt javnt og samt, royndist betri. Tað kom simpulthen meira burturúr hjá teimum.
Sum Símun Hansen altíð so meistaraliga greiðir frá, so vóru foreldrini hjá Sámali uttan av Norðoyri. Tey vóru Oyra-Kristoffur og Malena úr Niðristovu úti í Oyri, og búðu tey bæði teirra tíð á Vágsheygginum.
Pápi Oyra-Kristoffur var Gøtu-Jákup, sum í 1882 fekk eina trøð burturav Oyrahaga, sum lá millum Oyra- og Gerðagarð, tá hann giftist Malenu Ziska úr Gerðum.
Á tí eini síðuni kemur Martin sostatt av fólkunum Millum Garðarnar.
Á tí hini síðuni er hann reinur búðamaður, tí mamma hansara var Hanna í Búðunum. Hanna var dóttur Jóhannus í Búðunum og Sigrid Súsonnu heiman av Sandi.
Og hesin Jóhannus í Búðunum, sum var abbi Martin, var sonur fyrsta mannin, sum settist niður úti á Búðatrønni. Tað var Hans Jacob Joensen av Gásafløtti, seinni nevndur Hans Jakku í Búðunum.
Av tí at allur vestari armur lá til Vágshaga, so vóru tað fólk haðani, sum við tíðini settu búgv út eftir vestara armi. Símun Hansen skrivar, at fyrstu húsini úti í Búðunum eisini vóru tann fyrsta broytingin í tí fornu búsetingini við fýra býlingum.
Hans Jakku í Búðunum giftist við Jóhonnu Niclasen frá Gjógv, og í 1855 hava tey, sambært Símuni, egið húsarhald í Búðunum.
Jóhannus í Búðunum og Sigrid Súsanna giftust sama ár, sum hendan myndin varð tikin uttanfyrii Búðarnar, úti í gomlu Klaksvíkini. Myndin er úr bókini ‘Færøerne 1894 - en fotograf kommer forbi’ hjá Steffen Stuman Hansen og Kevin J. Edwards. Um myndina skriva teir: ‘Rundan um Vánna lógu í 1890’unum fleiri ella minni spjaddar búsetingar, harav tær fýra – Vágur, Gerðar, Uppsalir og Myrkjanoyri (Biskupstøð) – um hesa tíð vóru við at vaksa saman og gjørdust tað, ið bleiv til Klaksvík. Við fólkateljingini í 1890 vóru tilsamans 380 íbúgvar býttir á 64 hús í hesum fýra búsetingunum. Myndin er tikin frá vestursíðuni av vánni, umleið 100 metrar norðan fyri handilshúsini úti í Klaksvík. Hon vísir bústaðin (til vinstru) hjá Nickels Lützen (1843–1912), sum var komin úr Tórshavn í 1858, og sum í 1894 arbeiddi í handlinum. Úthúsini til høgru hoyrdu til stjóran Johan Christian Djurhuus (1835–1918), meðan neystið helst var ogn hjá handilsfyritøkuni. Á vánni sæst dampskipið Botnia. Har var eingin bryggja til so stórt skip, so ferðafólk og vørur máttu flytast í smáum bátum inn til handilsstaðið. Hinumegin fjørðin sæst handilhúsið á Stongunum, har fyrstu bygningarnir vórðu reistir av handilsmanninum Joen Peter Olsen í 1863.’
Jóhannus í Búðunum
Martin og abbin vóru nær knýttir. Ofta búði Martin inni hjá abbanum.
Martin greiðir frá, at abbi hansara var ein maður, sum dugdi alt.
Hann hevði sera góðar hendur.
Hann smíðaði hús. Lærdi til skómakara. Smíðaði bátar.
Í 1891 fór hann niður til Bogø at lesa til skipsførara.
Martin sigur seg mangan hava undrast á, hvussu abbin hevur funnið fram til skúlan og hvussu hann er komin til Bogø tá í tíðini.
Hann er helst farin við einum deyðsiglara av Klaksvík og er komin til Keypmannahavnar. Bogø lá á eini oyggj fyri seg sjálvan.
Tá vóru eingir pengar og einki samband.
Fyri nøkrum árum síðani var Martin og vitjaði á skúlanum.
Hann fekk ein svág at koyra seg har til.
Tá Jóhannus í Búðunum kom har, mátti man sigla. Nú kundi Martin koyrast til dyrnar.
Skúlin var tann sami. Og so at koma inn í skúlan. Tað var ein stór uppliving, sigur Martin.
Stovan og talvan, sum teir brúktu tá, var tann sama. Gáttin var sera slitin. Húsið var friðað og uttanfyri var ein mynd av læraranum hjá teimum.
Og tað er tað sum eg haldi vera so undarligt. Hvussu hann er komin allan vegin fram til hendan skúlan á hesu donsku oyggj, uttan pengar og ferðasamband.
Hann hevur veruliga viljað nomið sær lærdóm.
Martin minnist, at Fischer Heinesen einaferð segði sær, at abbi hansara var ein so sera gløggur maður. Hann dugdi longu matematikk sum ungur.
Annars sigldi Jóhannus í Búðunum eina tíð. Keypti egið skip og førdi tað. Síðani legðist hann uppá land og gjørdist fiskavrakari.
So hevði hann tann føroyska sjórættin, greiðir Martin frá. Vissi nakað var í Havnini, so vórðu boð send eftir honum.
Jú, Jóhannus var ein vælútbúgvin maður uppá allar mátar.
Hann smíðaði síni egnu hús. Eisini kroen, sum stóðu niðanfyri vegin út í Búðunum.
Og so var hann eisini útlærdur skómakari. Tað yrkið lærdi hann yviri á Húsum. Símun David Kalsø hevur fortalt Martin, at Jóhannus og hann høvdu sama kamar á Húsum ta tíðina.
Pápi Martin, Sámal, sigldi eisini nógv. Hann førdi Atlantsfarið øll krígsárini.
Martin sigur frá, at einaferð teir fóru niður til Onglands at selja, brast hann á av ringasta veðri. Teir lógu og andøvdu eina tíð og fóru so aftur at sigla móti Onglandi. Men áðrenn teir komu inn, bað hann stýrimannin vera á brúnni. Hann fór niður at lata seg í klædning, nú teir skuldu koma í havn.
Í tí hann kemur upp aftur, brast hann á við tí allar, allar ringasta veðri, sum ein kann ímynda sær.
Nú kom eitt so øðiliga ógvusligt brot, sum nærum tók Atlantsfarið inn í einum. Og ikki meira enn innkomnir, kom eitt týskt flogfar og slepti eina bumbu.
Men Sámal fekk manerera tað soleiðis, at Atlantsfarið kom óskalað frá hesum ógvusligu hendingum og kundi leggja trygt at kai.
Tá kom vitapassarin umborð og segði, at hann mátti síggja hendan mannin, sum hevði fingið bátin heilskapaðan inn í havnina. Nú hevði hann sitið sum vitapassari alt sítt lív og hevði ongantíð sæð nakað líknandi. At man kundi hava so góðar nervar, at kunna handfara eitt skip soleiðis. Tað hevði hann ikki sæð fyrr, greiðir Martin frá.
Tá á døgum var øðilig fátækt í Onglandi. Kríggj var og alt var bumbað sundur og saman.
Tá plagdi ein drongur at koma umborð á Atlantsfarið. Martin sigur, at pápi hansara segði, at hesin drongur var ógvuliga fátækur. Hevði neyvan skógvar uppá beinini.
Pápin dugdi ikki so væl enskt, so hesin drongur var mangan tulkur hjá honum, og hann hjálpti eisini dronginum og keypti honum bæði klæði og skógvar.
Nøkur ár seinni, tá teir høvdu verið í Onglandi og selt, komu boð frá kontórinum hjá Kjølbro, at teir skuldu fara har nærhendis og taka nakað av pappíri við heim.
Sámal játtaði at gera tað, men tað var ímóti hansara vilja, tí hann visti, at tað var ólógligt.
Tað var framvegis kríggj og tískil ólógligt at útflyta pappír. Men teir gjørdi tað kortini, tí boðini vóru komin frá reiðarínum. Tey manglaðu skrivipappír í Klaksvík.
Tá teir skuldu loysa, steðgaði ein militerbilur teimum og spurdi, hvat teir høvdu í lastini. Sámal svaraði, at tað var pappírir og fær so at vita, at tað var dundrandi ólógligt.
Skipið bleiv bundið við kai og har var einki at gera. Ringt lag var á gamla, sigur Martin, tí hann visti hvørki út ella inn.
Tá kemur ein grúiliga fínur maður umborð, við snórum og kasketti. Ein av teimum høgu.
Tá hann sær skiparan, var tað fyrsta hann spurdi: er hetta Sámal?
Ja, hann var Sámal, svaraði pápi Martin.
Eitt skal eg siga tær Sámal, svaraði hann. Tú hevur onga skyld í hesum.
Tað vísti seg nevnliga at vera tann sami ungi drongurin, sum so mangan var komin umborð á Atlantsfarið og sum Sámal hevði hjálpt so væl.
Tit skulu sleppa avstað við farminum, segði hann. Tí eg veit, at tað ikki er tú, Sámal, sum hevur gjørt hatta.
Og so var. Teir loystu og komu til Klaksvíkar við pappírinum.
Sámal livdi eitt langt og gott lív, og sum Martin greiðir frá, so var hann ein ordans kempa.
Allir skiparar, sum Martin hevur tosað við, siga tað sama. Teir hava ikki haft raskari mann enn pápa hansara við umborð.
Einaferð segði Kaj Johannesen sær, at hann alla tíð hevur haft rakst fólk afturat sær, men ongan so raskan sum Sámal. Hann kundi gott hava staðið og arbeitt í eini 20 tímar og koma uppá brúnna at spyrja um okkurt, uttan at Kaj sá nakra møði á honum.
Hann bleiv 93 ár og var púra klárur til tað síðsta.
Sjálvur er Martin føddur í 1937 og hevur nátt ein høgan aldur. Beiggi hansara Hans, var tann elsti, føddur í 1930, meðan eftirnølarin Vagn, varð føddur í 1947.
Martin sigur, at hann svimur tvær ferðir um vikuna og tekur 20 longdir í einum, áðrenn hann fer inn í vælveruøkið. Og akkurát tað man vera orsøkin til, at hann er so væl fyri, sigur hann. Hevur ongantíð roykt ella gjørt nakað við brennivín.
Barnaheimið hjá Martin eru tvíhúsini, sum standa beint niðanfyri sjúkrahúsið.
Í hansara barndómi var einki serligt bygt har úti og alt var bøur.
Men sjúkrahúsið stóð har, og mangan var tað ikki heilt tespiligt at búgva so nær við, tí ofta hoyrdu tey gremjanina og rópini frá sjúklingum, sum lógu til tað síðsta ella vórðu viðgjørdir uttan nakað serligt pínustillandi.
Tað var ikki nakað sum fanst tá, so tað kundi ganga so sum so fyri seg.
500 krónur seðilin
Í 1927 bygdi pápi Martin upp í húsini í Búðunum. Hann fór at tosa við Jógvan Segl, sum átti Kvikk, um hann ikki kundi koma við sær til Havnar at keypa við. Tað var so alt í lagi við tí.
Sámal hevði verið við Gudrun hjá Jakku á Bakkanum, sum átti helvtina av bátinum og sum síðani hevði so selt sín part til Gudda.
Hann fer so til reiðaran at tosa um innkeypið. Jakku fer so í eina skuffu og tekur ein 500 krónur seðil upp. Pápi hevði ongantíð í lívinum sæð ein slíkan seðil. Hann mintist, at har vóru tveir slíkir seðlar, og hann fekk so annan av teimum.
Segl og hann fara so avstað við Kvikk til Havnar. Tá teir eru komnir út fyri Mjóvanes tekur Jógvan Segl frá.
Sámal fer upp og spyr hví hann slakkar av har.
Tá stóð Segl og veittraði við føroyskari húgvu og vinkaði móti Rituvík, tí har skuldi búgva so nógvir sambandsmenn. Segl helt, at teir kundu treingja til eina tjóðskaparliga heilsan ein slíkan vakran dagin.
Teir koma so fram, greiðir Martin frá, og fara inn á kontórið í Havn at avgreiða keypið. Sámal leggur 500 krónur seðilin á borðið. Teir á kontórinum høvdu heldur ikki sæð ein slíkan seðil fyrr. Har var einki at gera. Sjálvt menninir niðri á lagrinum máttu upp at síggja henda sjáldsama penga seðil. Nei, har hevði eingin sæð ein slíkan seðil fyrr.
Men so varð viðurin keyptur og fingin umborð á Kvikk.
Og av tí at hann var komin við einum so stórum seðli og hevði avgreitt keypið kontant, fekk Sámal rætt og slætt takið gratis, greiðir Martin frá.
Tá blivu búðahúsini útbygt og fingu nøkulunda ta útsjónd tey hava í dag.
Og hervið endar frásøgnin úti úr Búðunum á hesum sinni. Tað sum byrjaði í 1800-árunum úti hjá Gøtu-Jáku og Malenu út Millum Garðarnar og Hans Jakku og Johonnu úti í Búðunum og sum í dag er blivið til tætt bygdu Búðarnar, sum Martin Heldarskarð hevur greitt frá.
Hoyr samrøðuna niðanfyri.