Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðgevar

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  12.05.2026 - 14:49 Myndarøð Tíðindi

Seinasta evni, sum 7.b hevur havt í lívfrøði, er hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðgevar

 

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eitt laboratorii, ein rannsóknarstova, og tí er upplagt at fáa eina vitjan á rannsóknarstovuna í lag. Á rannsóknarstovuni tóku tey fegin og væl ímóti okkum.

Á rannsóknarstovuni verða blóðroyndir tiknar og greinaðar, umframt at rannsóknarstovan eisini tappar blóðgevar, so hetta var sera viðkomandi fyri evnið í lívfrøði.

Hanna Brandal og Arnfinnur Kallsberg tóku ímóti okkum og vístu okkum runt.

Hanna greiddi frá um blóðgevar og blóðið, sum verður sundurskilt í partar, áðrenn tað verður givið í blóðyvirføring, og hvussu tað verður flutt millum sjúkrahúsini og goymt. Júst ta løtuna vit vitjaðu, sótu teir báðir Ari Samson og Arnfinnur Kallsberg og lótu blóð, og vit fingu høvi at síggja, hvussu tað gekk fyri seg.

Eisini greiddi Hanna frá um høvuðsblóðflokkarnar A, B, AB og Rhesus, og at tað eru fleiri undirbólkar. Eisini segði hon eitt sindur um tað serstaka við barnakonum og Rhesus negativ blóðflokki, har tað fyrr í tíðini var ofta kom fyri, at nýføðingar doyðu, um mamman var Rhesus negativ. Tá visti mann ikki orsøkina. Blóðflokkar er eitt sera spennandi evni at arbeiða við.

Arnfinnur vísti okkum arbeiðsrúmini, har sekvenseringin fer fram. Tað er lesingin av ílegustronginum. Eisini greiddi hann frá um Fargen II, sum er ein verkætlan, sum nú er komin á mál. Nú verður arbeitt við data, sum er fingin til vega við verkætlanini. Hetta arbeiðið fer millum annað fram á rannsóknarstovuni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Pinkubarnascreening er ein klinisk kanning, sum verður riggað til á rannsóknarstovuni. Her verður kannað fyri føroysku ílegusjúkurnar, her títtleikin í Føroyum er nógv hægri enn í øðrum londum. Orsøkin er, at vit her á oyggjunum altíð hava verið avbyrgd frá meginlandinum og at fólk, sum eru berarar av somu ílegusjúkum fáa børn saman.

Vit fingu nógv at vita og eisini fingu vit eitt sindur at vita um Hantavirus, sum er sera viðkomandi i løtuni. Hetta vóru næmingarnir spentir at vita meira um.

Vit takka fyri móttøkuna og ein læruríkan tíma á rannsóknarstovuni.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvar er harmonikan Martin?
Hjarta, blóðrensl, blóðflokkar og blóðge…
Samtykkið ikki hesa málspilluna!
Vinn eitt atgongumerki til Summar­festiva…
Norð­oyastevnu­framsýningin
Grøv nr 13 í Lutherkirku í Keypmannahavn
Broyting í innsavningin hjá IRF
Sira vitja Norðlýsið
Eiðisløta í Hólmahúsinum
Norð­urlendsk kokkakapping á Sjómannadegn…
Dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkra­húsi
16 dagførdir lívbjargarar
Tonik á fjórða sinni
Breddin 7/­5-2025. Kapitalur, produktivit…
Formansfrágreiðingin til lands­fundin 202…
Kom og kasta pílar
Kanska kemur Ritan fyrst til Svínoyar
Starvs­fólk til Baldursbrá
Herluf í Skálanum
Nevndin í Reyða Krossi afturvald