Uppboðssøla av fiskirættindum er eitt eksperiment við okkara høvuðsvinnu
Hans Ellefsen hevur skrivað eina grein um fiskirættindi, uppboðssølu og virðið av føroyska fiskatilfeinginum. Greinin er væl skrivað, men eg eri grundleggjandi ósamdur við fleiri av niðurstøðunum.
Lat meg byrja við tí, sum vit helst øll kunnu semjast um: Fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks. Tað er ikki ogn hjá einstøkum fyritøkum. Tí eigur samfelagið eisini at fáa eitt rímiligt gjald fyri, at vinnan fær atgongd til hetta tilfeingið.
Men spurningurin er ikki bert, um samfelagið skal fáa nakað afturfyri. Spurningurin er, hvussu vit skipa hetta skilabest, uttan at seta eina av okkara mest týðandi vinnum í óneyðugan váða.
Har er eg ikki samdur við Hans, tá hann leggur upp til, at uppboðssøla er tann rætta leiðin.
Uppboðssøla ljóðar einfalt – men váðin er stórur
Uppboðssøla kann ljóða skilagóð á pappírinum. Marknaðurin skal avgera, hvør fær rættindini, og landskassin fær pengar inn. Men í veruleikanum er hetta nógv meira samansett.
Fiskivinnan er ein av høvuðsvinnunum í Føroyum. Hon skapar arbeiðspláss, skattainntøkur, virksemi kring landið, eftirspurning eftir tænastum og grundarlag undir stórum parti av okkara búskapi.
Tí eiga vit at vera sera varin við at gera stór búskaparlig eksperiment við fiskivinnuni. Vit hava ikki greið og trygg fordømi, sum vísa, at ein slík skipan er rætt fyri eitt lítið oyggjasamfelag sum Føroyar, har fiskivinnan fyllir so nógv.
Útlendskir aktørar kunnu fáa fyrimun
Ein av stóru vandunum við uppboðssølu er, hvør sleppur at bjóða.
Um útlendskir aktørar sleppa framat, kunnu vit enda í eini ójavnari kapping. Føroyskar fyritøkur hava ikki somu møguleikar at bjóða upp á rættindi í øðrum londum. Útlendsk feløg kunnu harumframt hava yvirskotskapasitet, sum tey kunnu brúka í føroyskum sjógvi, og tí hava lægri marginalkostnað enn føroyskar fyritøkur.
Tá kunnu tey bjóða hægri, ikki tí tey skapa størri virði fyri føroyska samfelagið, men tí tey longu hava kapasitetin aðrastaðni. Skip sum liggja partar av árinum verða beind til Føroyar at fiska kvotur her ístaðin fyri at liggja, soleiðis verður yvirskotskapasiteturin brúktur til at troka vekk føroysku vinnuna.
Avleiðingin kann verða, at vit missa føroyska flota, føroysk arbeiðspláss og føroyska virðisskapan. Í staðin fáa vit kanska eina hægri uppboðssøluinntøku ella eitt hægri tilfeingisgjald. Men tá má eisini spyrjast: Vigar hetta upp móti tí, vit kunnu missa í lønarskatti, partafelagsskatti, MVG, virksemi, tænastuvinnu og lokalari menning?
Eg ivist.
Uppboðssøla kann økja miðsavningina enn meira.
Hans vísir á, at rættindini í dag liggja hjá fáum aktørum. Tað er eitt sjónarmið, sum nógv hava havt frammi.
Men uppboðssøla er ikki neyðturviliga ein loysn á tí trupulleikanum. Tvørturímóti kann uppboðssøla gera miðsavningina størri.
Tey størstu og kapitalsterkastu feløgini hava best møguleika at bjóða hægst. Smærri og miðalstórar fyritøkur kunnu detta burtur, tí tær ikki hava sama fíggjarliga styrki. Úrslitið kann sostatt verða, at rættindini verða savnað á enn færri hondum. Í ringasta føri verður bert eitt reiðarí eftir.
Um endamálið er at tryggja breiðari ognarlut og virksemi kring landið, er uppboðssøla ikki rætta amboðið.
Fiskivinnan krevur langfreistaðar íløgur
Fiskivinnan er kapitaltung. Skip, útgerð, tøkni, manning, viðlíkahald og rakstur krevja stórar íløgur.
Slíkar íløgur verða ikki gjørdar, um óvissan er ov stór. Bankar og fíggingarstovnar hyggja eisini at tryggleikanum í framtíðar inntøkum, tá teir skulu fíggja nýggj og kappingarfør skip.
Um rættindini verða ótrygg ella alla tíðina skulu keypast aftur á uppboðssølu, kann viljin at gera íløgur minka, tí fígging er avmarkað. Úrslitið kann verða eldri skip, minni effektivur rakstur, veikari kappingarføri og ótryggari arbeiðspláss. Harav verður virðið av tilfeinginum lægri, tí fiskað verður minni effektivt.
Uppboðssøla kann geva skjótar pengar í landskassan í dag, men kosta okkum eina veikari vinnu í morgin.
Kostnaðurin hvørvur ikki
Ein onnur misskiljing í kjakinum er, at uppboðssøla bara tekur pening frá fyritøkunum og flytur hann til landskassan.
So einfalt er tað ikki.
Ein hægri kostnaður í vinnuni hvørvur ikki. Hann verður ofta fluttur víðari. Tað ávirkar lønir, íløgur, viðlíkahald, nýbyggingar og tryggleikan hjá teimum, sum arbeiða í vinnuni. Hettar er júst tað sum manningarfeløgini stríðst við nú samráðingar eru.
Tí má ein spyrja: Hvør rindar veruliga prísin, um uppboðssølan verður ov dýr? Tað kunnu væl verða manningarnar, arbeiðsplássini og lokalsamfeløgini.
Um øll fyrilit skulu takast, hvat verður so eftir av uppboðssøluni?
Vanliga verður ofta sagt, at vit sjálvandi skulu verja okkum móti útlendingum, móti miðsavning, móti ov stórari óvissu, móti veikari fígging og móti sosialum avleiðingum.
Men tá hava vit longu lagt so nógvar avmarkingar inn í skipanina, at ein kann spyrja, um talan longur er um eina reina og virkna uppboðssølu.
Ein uppboðssøla ella marknaður er virkin, um tað eru so nógvir keyparar og seljarar at tann einstaki seljarin ella keyparin ikki kann ávirka marknaðin. Hettar er ikki galdandi í hesum føri.
Skulu vit hava eina skipan við nógvum politiskum avmarkingum, undantøkum og trygdarkrøvum, er kanska meira erligt og skynsamt at hava eitt væl samansett tilfeingisgjald, sum vinnan kann liva við, og sum samfelagið fær rímiligt avkast av.
Tilfeingisgjald heldur enn ókent eksperiment
Eg eri ikki ímóti, at vinnan rindar fyri at brúka felags tilfeingið. Tað ger hon longu, og tað kann væl kjakast um, hvussu skipanin skal stillast.
Men eitt tilfeingisgjald hevur tann fyrimun, at tað kann gerast meira støðugt. Tað kann lagast eftir inntøkum, prísum, lønsemi og støðuni í vinnuni. Tað kann tryggja samfelagnum inntøkur, uttan at vit samstundis seta alla skipanina í óneyðugan váða.
Tað eigur at vera málið: rímiligt gjald, tryggir karmar og ein sterk vinna.
Ein ráðstevna um tilfeingisgjald, við útlendskum fyrilestrarhaldarum, hildin á vári 2023 legði upp til at vit skuldu umhugsa at leggja tilfeingisgjaldið um til eina skattaskipan. Semja tykist tó ikki at verða at leggja um til eina slíka skattaskipan, so tað lati vit liggja.
Frá yvirskoti til undirskot
Hans hevur áður víst á, at tilfeingisrentan í uppsjóvarflotanum og hjá flakatrolarum í Barentshavinum kann vera um eina milliard krónur.
Men hyggja vit at veruligu tølunum í grannskoðaðu roknskapunum, er myndin ein onnur.
Roknskaparliga úrslitið eftir skatt hjá uppsjóvarflotanum og verksmiðjuskipum í Barentshavinum var umleið 450–500 mió. kr. í 2024, tá inntøkur frá sølu av skipum ikki verða tiknar við. Ofta verður ført fram at roknskapur og búskaparfrøði er hvør sítt, men gjaldføri er framvegis galdandi. Vinnur tú 500 krónur og skal rinda 1.000 krónur, tá er ikki nóg mikið at rinda við - hettar er framvegis galdandi líkamikið hvat ástøðið kallast.
Um ein milliard afturat skal takast úr vinnuni, so verður úrslitið ikki eitt størri avkast til samfelagið. Tá verður hall.
Spurningurin er tí, hvussu ein kemur fram til eina milliard í tilfeingisrentu. Tað verður ofta gjørt við at broyta fortreytirnar í roknistykkinum. Til dømis við at rokna við lægri hýrum enn teimum, sum eru avtalaðar á arbeiðsmarknaðinum, ella við at lækka aðrar útreiðslur í modellinum, til dømis lægri krav til avkast av kapitalinum.
Men lønir verða ikki ásettar á einum skriviborði. Tær verða avtalaðar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Harumframt er verandi yvirskot í 2024 komið við galdandi treytum, har manningin rindar sín part av tilfeingisgjaldinum. Verða fortreytirnar broyttar soleiðis, at manningin ikki rindar sín part, so hvørvur stórur partur av yvirskotinum.
Tí ber illa til at siga, at milliardir bara liggja klárar at taka.
Óviðkomandi kostnaðir verða blandaðir uppí kjakið
Hans nevnir eisini, at samfelagið rindar fyri skipanir kring fiskivinnuna, eitt nú Fiskavirkisskipanina, Vinnuháskúlan, Vørn, tyrlutilbúgving og annað.
Men her verða fleiri viðurskifti blandað saman.
Fiskavirkisskipanin er ikki ein skipan fyri skip, sum hava fiskirættindi. Hon er fyri virkir á landi, og fleiri teirra virka eisini frystan fisk, sum verður keyptur uttanlands. Alivinnan er eisini partur av hesi skipan. Harumframt er tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum fíggja skipanina.
Vinnuháskúlin er heldur ikki bert ein skúli fyri fiskivinnuna. Skúlin tryggjar útbúgving til fólk sum fara í altjóða sigling, farmasigling, útflutning, tænastuvinnu og nógv annað. Í Føroyum hava vit eina siðvenju fyri, at útbúgvingar verða fíggjaðar alment – ikki bara til fiskivinnuna, men til allar vinnur.
Um vit skulu broyta ta siðvenjuna, er tað eitt nógv størri kjak. Men at brúka Vinnuháskúlan sum argument fyri uppboðssølu av fiskirættindum heldur ikki.
Viðvíkjandi Vørn, eftirliti og tilbúgving kann eisini vísast á, at vinnan longu rindar stórar upphæddir í tilfeingisgjøldum. Um hesin peningur varð markaður til hesi endamál, høvdu vit helst havt betri og nýggjari eftirlits- og bjargingarskip. Men sum við vegskatti, peningur tikin inn í landskassan, verður ofta brúktur til annað enn tað, peningurin skilagott skuldi verði brúktur til.
Virðisøking er ikki tað sama sum reiður peningur
Hans vísir eisini á, at longri rættindi økja virðið á feløgum og skipum.
Tað kann vera rætt. Men ein virðisøking er ikki tað sama, sum reiður peningur í lummanum hjá eigaranum.
Um ein húsaeigari upplivir, at húsaprísurin hækkar, merkir tað ikki, at hann hevur fingið pengar í hondina. Hann býr framvegis í húsinum. Virðið verður fyrst veruligt, um hann selur.
Soleiðis er eisini við fiskirættindum. Ein møgulig hækking ella lækking í virðinum á einum loyvi ávirkar ikki eigaran á sama hátt, so leingi hann ikki selur. Kemur vinningur við sølu, ber til at skatta hann. Og tað verður longu gjørt.
Hans sigur at longir rættindi eru ein gáva. Tað ov einfalt at siga, at longri rættindi eru ein beinleiðis gáva. Talan er heldur um tryggari karmar fyri eina vinnu, sum skal gera stórar íløgur og taka stóran váða. Hettar gevur størri virði, ið landið eisini fær ágóðan av, bæði beinleiðis umvegis tilfeingisgjald og óbeinleiðis við hægri lønarskatti, hægri MVG inntøkum og so framvegis.
Aðrar vinnur og fiskivinnan eru ikki heilt sambæriligar
Hans samanber fiskivinnuna við byggivinnu, handilsvinnu, KT-vinnu og ferðavinnu og sigur, at hesar vinnur ikki fáa tryggjaðar inntøkur langt fram í tíðina.
Men samanberingin haltar.
Fiskivinnan fær heldur ikki tryggjaðar inntøkur. Hon fær rætt til at royna at fiska innan ávísar karmar. Hon hevur framvegis váða av fiskaprísum, oljuprísum, veiðimøguleikum, veðri, marknaðarviðurskiftum, rentum, gjaldoyra og altjóða kapping. Fleiri okkara minnast tíðir har fiskivinnan nærum øll fór á húsagang. Tryggari enn tað er fiskivinnan ikki.
Eitt fiskiloyvi er ikki ein garanti fyri vinningi. Tað er ein karmur, sum ger tað møguligt at leggja til rættis, fíggja og reka vinnu.
Harumframt er tað ivasamt, um ein beinleiðis kann samanbera fiskivinnuna við vinnur sum byggivinnu, KT-vinnu og aðrar tænastuvinnur.
Í vinnum sum byggivinnuni og KT-vinnuni, øðrum vinnum við, eru ofta nógv smá og miðalstór útboð, nógv ymisk arbeiði og fleiri vinnurekandi, sum kappast um uppgávurnar. Tað skapar ein marknað, sum virkar á ein annan hátt, tí kappingin er breið og uppgávurnar nógvar.
Í fiskivinnuni er støðan øðrvísi. Her er talan um eina sera kapitalkrevjandi vinnu, har stórar íløgur í skip, útgerð og tøkni eru neyðugar. Samstundis er útboðið av rættindum avmarkað av náttúrunnar orsøk – vit hava ikki eitt óendaligt tal av fiskiloyvum og kvotum at býta út.
Tá stórrakstrarfyrimunurin er stórur, kapitaltørvurin høgur og útboðið av rættindum avmarkað, verður marknaðurin ikki líka breiður og virkin sum í vinnum við nógvum smáum útboðum og nógvum aktørum.
Tvørturímóti er vandi fyri, at rættindini savnast hjá teimum størstu og kapitalsterkastu aktørunum. Tað er júst tí, nógv lond við stórari fiskivinnu hava valt skipanir við størri støðugleika heldur enn eina reina uppboðssøluskipan.
Sum áður nevnt virkar ein uppboðssøla ella marknaður best, tá nógv keyparar og seljarar eru, og eingin einstakur aktørur er so stórur, at hann kann ávirka prísin ella marknaðin einsamallur.
Tað er trupult at fáa eina slíka støðu í fiskivinnuni á sjónum. Fiskivinnan er sera kapitalkrevjandi, og stórrakstrarfyrimunirnir eru stórir. Tað merkir, at stórar fyritøkur ofta hava greiðar fyrimunir fram um tær smærru. Hetta gerst ein trupul javnvág. Skal nógv virði skapast úr tilfeinginum, krevst ofta stórrakstur og stórar eindir, sum aftur førir til størri kvotur hjá teimum einstøku aktørunum. Men tá fækkast samstundis bæði keyparar og seljarar á marknaðinum. Avleiðingin verður, at marknaðurin gerst ein marknaður við fáum aktørvum, ið ikki virkar á sama hátt, sum ein marknaður við nógvum aktørum á báðum síðum, sølu- og keypssíðuni.
Tí ber illa til at samanbera fiskivinnuna beinleiðis við vinnur, har marknaðarviðurskiftini eru grundleggjandi øðrvísi.
Tað ræður um javnvág
Hetta kjakið verður ofta sett upp sum ein mótsetningur millum samfelagið og vinnuna. Tað haldi eg er skeivt.
Sterk fiskivinna og samfelagsligt avkast eru ikki mótsetningar. Tvørturímóti hanga tey saman.
Vit skulu hava eina skipan, har:
* fiskatilfeingið framvegis er ogn Føroya fólks,
* vinnan rindar eitt rímiligt tilfeingisgjald,
* karmarnir eru nóg tryggir til íløgur,
* arbeiðspláss og virðisskapan verða varðveitt í Føroyum,
* og vit ikki seta høvuðsvinnuna í óneyðugan váða.
Uppboðssøla kann tykjast sum ein skjót og einfald loysn. Men hon kann eisini gerast ein dýr og váðin roynd.
Eg haldi ikki, at tað er ráðiligt at eksperimentera við einari høvuðsvinnu, sum hevur so stóran týdning fyri føroyska samfelagið.
Tí eiga vit heldur at menna eina skynsama, støðuga skipan í javnvág við tilfeingisgjaldi, sum samfelagið fær rímiligt avkast av, og sum vinnan samstundis kann liva við.
Tað er ikki ein spurningur um, at vinnan ikki skal rinda. Tað ger hon longu.
Umráðandi er tó at fiskivinnan ikki verður beind út í óvissu sum merkir, veikari fígging, minni íløgur og størri váða fyri føroyska samfelagið.