Lýsing
Lýsing
Lýsing
CatZero arbeiðir fyri at styrkja sjálvsálit og førleikar hjá fólki, og inntøkurnar frá verkætlanum og siglingum fara til vælgerandi endamál og sosialt arbeiði. Skiparin manglar á myndini | Mynd: Jóhann Lützen

Fólkini eru so vinarlig í Føroyum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  18.05.2026 - 09:32 Mentan Tíðindi

72-fóta Challenge seglskipið CatZero úr Hull lá á langukaj í morgun, tá vit vóru morguntúrin. Vit fingu orðið á manningina

 

Hetta er tíðin, tá fleiri og fleiri seglskip eru at síggja við bryggjuna í Klaksvík. Í morgun lá CatZero við langukaj og vit fingu eitt prát við tey. 

Skipið verður brúkt sum eitt amboð til at savna pening inn til vælgerandi arbeiði hjá felagsskapinum, sum í nógv ár hevur hjálpt børnum, ungum og familjum víðari í lívinum gjøgnum stuðul, venjing og mennandi upplivingar.

Manningin umborð telur 12 fólk, og meðan tey vóru í Føroyum, vitjaðu tey millum annað í Roykstovuni, har tey fingu høvi at royna lokala bryggi úr Klaksvík. Eisini vóru tey á Bátafestivalinum í Vestmanna, har tey upplivdu føroyska mentan og sjólív á nærmastu hond.

Fólkini eru so vinarlig í Føroyum, tað hava vit merkt, segði ein av manningini við Norðlýsið. 

Les meira um CatZero her. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni