Norðoyastevnan nærkast
Talan er um eina góða gamla og viðkomandi Norðoyastevnu, sum nú hevur 90 ár á baki. 90 ára føðingardagurin verður eisini hátíðarhildin.
Fyrireikingar til Norðoyastevnuna hava verið í eina tíð, men er nakað eftir at koma á mál.
Úr rúgvunini kann nevnast konsert við Klaksvíkar Hornorkestri og Havnar Hornorkestri, sum spæla í Varpinum, Annfinn & Co, sum hava konsert í Varpinum, Klaksvíkar Sjónkeikarafelag, sum hava Norðoyastevnuteitið í Spinnarínum og framføra eisini “90 ára Føðingardagin” í Varpinum, hugleiðingar og framsýning um kvinnur í fiskivinnuni, listaframsýningar, kappróður o.m.m.
Morgunábit á Biskupstorgi, sum Føroya Banki bjóðar til, setan av Norðoyastevnuni, Treysti-renning, sukklukapping, ítróttur og toppdystir – Kí - EB/Streymur.
Skrúðgongur, miðnáttarrøða frammanfyri Varpið við Sjúrða Skaale, har hann talar til mongu veljarar sínar – hann fekk um 40 % av øllum tøku stemmunum í Klaksvík til Fólkatingsvalið - og setur Klaksvík og alt tað, ið her er, á skák. Felagssangur í Varpinum eftir stórt fýrverk. Tivoli og stórdansur í Badmintonhøllini.
Norðoyastevnurøðan sunnudagin í Vágstúni við Hans Andrias Sølvará, sum hugleiðir um tíðina og felagslívið í Klaksvík fyri 90 árum síðan – men sjálvandi lýtur hann eisini fram í tíð.
Herluf í Skálanum
Fríggjakvøldið á Norðoyarstevnu skipa Herlufs Café og Klaksvíkar Dansifelag fyri tiltakinum, “Herluf í Skálanum”, í Bøgøtu 11 Klaksvík.
Tiltakið byrjar kl. 19.00 við borðhaldi, har smyrjibreyð verður at fáa. Undir borðhaldinum verður skemt og felagssangur.
Limir úr Country-bólkinum saman við harmoniku spæla undir. Borđhaldiđ endar kl. 21.30.
Eftir borðhaldið skiftast Klaksvíkar Dansifelag og Country-bólkurin um dansigólvið.
Tiltakið er alment og kostar kr.150,- óansæð, um tú møtir til borðhaldið og dansin ella bara dansin.
Luttakarar, sum vilja til borðhaldið, melda til hjá Noel Joensen tlf. 222779 ella hjá Pól Mikkelsen tlf. 281981.
Tilmeldingarfreistin er mikudagin 27. mai kl. 18.00. Um ein bert ætlar til dansin er ikki neyðugt við tilmelding.
Goldið verður við dyrnar.
Norðoya Listafelag skipar fyri stórari listaframsýning í Miðhøllini á Skúlatrøð. Gallaríið á Stongunum og Gamla Seglhúsið hava eisini framsýningar á skrá.
Tú kanst eisini vera við til at sniðgeva Norðoyastevnuna, sum verður 30. og 31. mai 2026. Hugskot um tiltøk kunnu sendast inn her: Norðoyastevnuskráin
Freistin at senda inn hugskot til Norðoyastevnuskránna er hósdagin 21. mai 2026.
So, tað er kanska tíð at hyggja at føroyska búnanum, og silvurið verður pussað. Spennandi verður.