GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 tons fóðurflaka við nýggjari fóðurskipan
Í lýsingini í morgun kom nýggi fóðurflakin Torvgjógv á Fuglafjørð. Torvgjógv er nýggjasti fóðurflakin í flotanum hjá Bakkafrost. Fóðurflakin frá GroAqua er 40 metrar langur og tekur 700 tons av alifóðri
Torvgjógv, sum hevur 18 fóðurlinjur, er bygdur hjá GroAqua í Pólandi. Við nýggja fóðurflakanum ber til at fóðra 18 aliringar samstundis.
Fóðurskipan og stýringar eru mentar hjá GroAqua á Kambsdali. Nýggj fóðurskipan, sum júst nú er liðugtment, verður nýtt á aliøkinum. Við nýggja forritinum verður vitlíki nýtt fyri at gangnýta fóðureygað í aliringunum munandi betri enn áður.
Fokusøkir við nýggju skipanini eru betri rakstur á aliøkinum, víðkaði leiðsluamboð við rapportering og økt umhvørvisatlit.
Framkomnu skipanirnar eru sjálvirkandi og kunnu fjarstýrast frá landi.
Fóðurflakin verður í framtíðini rikin við landstreymi, so orkunýtslan verður so umhvørvisvinarlig sum gjørligt.
Tá seinastu royndirnar av útgerðini eru lidnar og neyðugar góðkenningar frá myndugleikunum eru upp á pláss, fer fóðurflakin í vinnu á Fuglafirði.
– Við góðu royndunum vit hava havt við teimum fóðurflakum vit higartil hava keypt frá GroAqua, rokna vit við at Torvgjógv fer at styrkja raksturin á aliøkinum í Fuglafirði, sigur Oddvald Olsen,
Deildarleiðari Sjógvaling Vest hjá Bakkafrost. Hann vísir eisini á, at við hesum stóra fóðurflakanum ber til at skipa flutningin av fóðri til aliøkið meira skynsamt, samstundis sum trygdin fyri virksemi og starvsfólk verður betri.
– Vit eru sera fegin um tað álit, sum Bakkafrost hevur víst okkum við at kunna lata enn ein fóðurflaka til teirra virksemi. Í tøttum samstarvi millum Bakkafrost og okkara starvsfólk hava vit ment ein fóðurflaka, sum vit eru sera errin av. Vit arbeiða støðugt við at menna og betra okkara fóðurflakar, eisini við praktiskum loysnum, sum vit gera saman við alarunum á staðnum, sigur Kristian Andreasen, leiðari fyri fóðurflakadeildina hjá GroAqua.
Seinasta árið hevur GroAqua latið Bakkafrost fýra nýggjar fóðurflakar í Føroyum – tveir við plássi til 700 tons av alifóðri og tveir til 1.100 tons. Hesir fóðurflakarnir eru knýttir at alibrúkunum í Fuglafirði, Funningsfirði, Árnafirði og Lambavík.