Lýsing
Lýsing
Lýsing

Svar til Hermann Oskarsson

SKRIVAÐ: Fróði Magnussen  |  18.05.2026 - 19:00 Politikkur Tíðindaskriv

Hermann skrivar sum altíð hvast, men eg haldi tíverri, at nógv av hesum fer eftir persónum og er heldur retorikkur enn ein roynd at lýsa sjálva kjarnuna í kjakinum

 

 

Orð sum “gávugóðs”, “ovurríkir”, “grenja”, “jarma” og annað geva kanska eina sterka kensluliga mynd, men tey svara ikki teimum grundleggjandi spurningunum, sum eg reisti í greinini.

Mín grein snúði seg ikki um, hvørt vinnan skal rinda fyri at brúka felagstilfeingið. Vinnan rindar longu tilfeingisgjøld í dag, og tað hevði verið meira viðkomandi at kjakast um, hvussu hesi skulu skipast og stillast, heldur enn at lata sum um vinnan einki rindar.

Hermann fer eisini aftur til 1980’ini og samanber gamla studningsskipan við verandi skipan. Tað haldi eg gruggar kjakið meira enn tað lýsir. Talan er um heilt ymiskar skipanir og heilt ymiskar tíðir. Tað hjálpir lítið at brúka eina hálva øld gamla skipan sum prógv fyri, hvussu verandi ella ein framtíðar skipan eigur at síggja út.

Tað mest áhugaverda er tó, at Hermann í veruleikanum ikki viðger sjálva kjarnuna í tí, eg skrivaði um.

Alt eftir hvussu ein uppboðssøla verður skipað so kunna avleiðingar verða

  • at útlendskir aktørar bjóða føroyska vinnu burtur
  • enn størri miðsavning,
  • avmarkað atgongd til fígging,
  • hvør rindar kostnaðin, tá uppboðssølan gerst dýrari?
  • og hvussu skal ein uppboðssøla virka í einum lítlum og sera kapitalkrevjandi marknaði við fáum aktørum?

Alt nærri lýst í longu grein mínari og spurningar, sum eg haldi eru avgerandi.

Tað er lætt nokk at siga “selji alt á uppboðssølu”. Trupla arbeiðið er at svara, hvørjar langtíðar avleiðingarnar verða fyri arbeiðspláss, føroyskan ognarlut, fígging, lokalsamfeløg og føroyska fiskivinnu sum heild.

Haldi eingin er ímóti, at samfelagið fær eitt rímiligt gjald, men eg haldi framvegis, at tað er óskynsamt at gera stórar og óroyndar búskaparligar royndir við einari av okkara høvuðsvinnum, uttan at taka hesar spurningar í størri álvara.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Skal bussskýlið sprongj­ast í luftina?
Føroyski stuttfilmu­rin “Eingin veit á mo…
Kunning um royndar­loyvi eftir reyðæti
Norð­urlendska tollsamstarvið styrkir eft…
Nú kennir KÍ sínar báðar møguleikar í 2.…
Páll Müller aftur í Team Klaksvík!
Swangah á Voxbotn 2026
Tríggir næmingar fáa prógv
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið