Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eyðdis Hartmann Niclasen á ársfundi hjá WHO

SKRIVAÐ: Jóhann  |  20.05.2026 - 16:53 Tíðindaskriv

Tað er sera týdningarmikið, at Føroyar luttaka í altjóða samstarvi – eisini á heilsuøkinum. Heilsutrupulleikar virða ikki landamørk. Tí eru altjóða samábyrgd og samstarv avgerandi fyri at tryggja eina burðardygga og trygga heilsuskipan fyri øll, sigur landsstýriskvinnan

Undir ársfundinum varð Eyðdis Hartmann Niclasen boðin til eina serliga móttøku fyri innbodnum gestum hjá íslendska heilsumálaráðharranum, Almu Möller. Eyðdis Hartmann Niclasen kunnaði íslendska heilsumálaráðharran um, at Føroyar ynskja at gerast partur av samstarvinum fyri smálond í Evropa, nevnt Small Countries Initiative. Ísland er limur í hesum samstarvinum. Alma Möller svaraði, at hon fer at arbeiða fyri føroyskari luttøku í Small Countries Initiative.
Eyðdis Hartmann Niclasen hitti eisini fyrrverandi stjóran í danska heilsustýrinum, Søren Brostrøm, sum nú starvast sum ein av næstu ráðgevunum hjá aðalskrivaranum í WHO. Eisini hann segði seg vilja arbeiða fyri, at Føroyar gerast partur av samstarvinum fyri smálond. 
Eg fegnist serliga um, at vit á hesum ársfundinum hjá WHO eru komin eitt stig víðari í arbeiðinum hjá Føroyum, sum snýr seg um at gerast partur av samstarvinum fyri smálond í Evropa. Eg vænti mær nógv av hesum samstarvinum, tí smá lond hava nógv til felags og kunnu læra nógv av hvørjum øðum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna. 
Ársfundurin hjá WHO, nevndur World Health Assembly, savnar heilsumálaráðharrar og umboð úr londum kring allan heimin. Fundurin verður hildin í Geneve í døgunum 18.-23. mai 2026. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seinasti sunnudags­skúli sunnudagin – bíb…
Ormurin Langi vann
UV vísitøl­ini á heimasíðu hjá Veðurstovu…
Søguligt norð­urlendskt meistaraheiti til…
Nøglin tippar topp-3 í áttamanna­farsróðr…
Skjótt verður tað bara siðvenja og ongin…
Norð­urlendsku samstarvs­ráðharra­r­nir hava…
Fipur til Heimið tillagað – ikki steðgað
Minningarorð um Jógvan Elias Joensen, Le…
Burtur við erva-dronumyndum av kappróðri
Ansa eftir, hvat tú ynskir tær - nýggjur…
KÍ kvinnur­nar taptu í kvøld
Nøglin: Klaksvík­ingur tapir aftur á Eyst…
Vitlíkisrisi ávarar: Vit verða noydd at…
Anfinn & co og RSP á Livandi Varmakeldu
Beinleiðis stroyming: Nøglin undan eysta…
KÍ-HB: Toppdystur í kvøld kl. 19.00
Kirstin leitar eftir familju sínari í Fø…
Motussport selur til allar ítróttargrein…
Tað verður ikki dýrari hjá vanligum pens…