Bjørn Kalsø: Kalsoyartunnil fær ung fólk at velja Kalsoynna
Bjørn Kalsø var ein av fyrireikarunum og fyriskiparanum av tiltakinum á Skúlatrøð, har ljós varð varpað á møguleikan fyri at fáa undirsjóvartunnil heldur enn nýggja ferju og tilhoyrandi ferjulegur til Kalsoynna. Her setir hann orð á, hvussu tiltakið hildnaðist, og hvussu hann sær upp á framtíðina undirsjóvartunlinum viðvíkjandi.
– “Eg eri óalmindiliga væl nøgdur við tiltakið og tær nógvu áhugaverdu framløgurnar, og eisini ovfarin av, hvussu mong fólk møttu til fundin. Ikki minst tí at tey høvdu fleiri viðkomandi spurningar aftaná framløgurnar. Eisini var eg sera glaður fyri at síggja, at fleiri ung fólk, herundir komandi mammur og fólk, sum ynskja at seta búgv í Kalsoynni, vóru komin á fundin”, greiður Bjørn frá. Víðari sigur hann:
– “Vit fingu fleiri greiðar framløgur frá ungum kalsoyingum, sum greiddu øgiliga væl frá, hvussu stórur munur tað fer at vera fyri tey, um nú ein tunnil kemur, heldur enn um ferðast skal við skipi, og so haldi eg sjálvur, at framløgurnar vístu, at tað væl ber til at gera ein tunnil av Bumshamri yvir á Syðradal, at jarðfrøðin sigur gott fyri verkætlanini, og at tunnilin fer at vera umleið 4 kilometrar. Men so var nakað av tvístøðu um prísirnar”. Um hesa tvístøðuna sigur Bjørn:
– “Metingarnar hjá Landsverki vóru nakað oman fyri hinar metingarnar, tí teir løgdu váðaískoyti og tað omaná, men nú mugu kanningarnar og projekteringarnar vísa, hvat tunnilin fer at kosta. Annars haldi eg, at alt talar fyri, at um vit hugsa um tað besta fyri Kalsoynna, so er undirsjóvartunnil tað einasta rætta. Tí vit síggja tað alla staðni, at har tunlar koma, har hækkar fólkatalið. Ikki minst tí optimisman økist. Tað er tí onki at ivast í, at undirsjóvartunnil er tað rætta”. Hann heldur fram:
– “Síðani vit fingu Sam í 2005, er fólkatalið í Kalsoynni lækkað úr 130 niður í 90, meðan í Kunoy, har tað er landfast, er fólkatalið á leið tað sama sum tá. Og vit sóu tað í Vágum, eftir at Vágatunnilin kom, vit síggja ávirkanina hjá Norðoyatunlinum á økið her norðuri, og vit síggja tað við tunnilsmunnarnar av Eysturoyartunlinum, at fólkatalið hækkar har. So ein tunnil er tað einasta rætta.”
Síðani spurdi Norðlýsið Bjørn Kalsø, hvussu hann tulkaði orðini hjá landsstýrismanninum á økinum um, at hann hevur givið Strandferðsluni boð um at steðga á við fyrireikingunum av kalsoyarferjuni, inntil Landsstýrið hevur viðgjørt spurningin um Kalsoyartunnilin. Bjørn Kalsø svarar soleiðis:
– “Tað haldi eg vera skilagott, altso at man líka steðgar á. Men eg haldi samstundis, at tað er øgiliga týdningarmikið, at man ikki bara steðgar á og flytur pengarnar til onnur øki og bara letur Sam sigla. Tí Sam er gamal, og hann klárar kanska hesi 8 árini afturat, um ein ger skjótt av við at byggja tunnil. Tí haldi eg tað vera øgiliga umráðandi, at teir pengarnir, man játtar til ferjuna, í staðin verða fluttir yvir í tunnilsprojektið, soleiðis at tað ber til at gera tær neyðugu kanningarnar, projektið, og at enda fer í gongd”. Tá samrøðan skal rundast av, sigur Bjørn:
– “Tað, sum eg eisini haldi vera áhugavert, tað er at vit í Føroyum hava ekspertisuna til at gera tunlar og tí kunnu seta lærlingar við. Møguliga fer Kalsoyartunnilin at gera, at vit fara at kunna bjóða okkum fram at gera undirsjóvartunlar í øðrum londum, heldur enn at biðja útlendingar koma higar at gera teir fyri okkum”.