Lýsing
Lýsing
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
Dr. Laura Farré Rozada er heimskendur klaverleikari og støddfrøðingur.
Hon hevur vunnið nógvar virðislønir og er útnevnd ein ‘Rising Star av BBC Music Magazine og eitt ‘New Talent’ av BIME Equity Awards 2022. Hon fekk eisini ‘American Classical Young Musician Award’ 2022 í Washington D.C. (USA).
Tíðarritið Serra d’Or lýsti hana nýliga sum “ein av teimum mest virðismettu framførarunum í sínum ættarliði, við tíggjutals heiðurslønum og heiðursviðurkenningum í fimm heimspørtum”.
Vit gleða okkum til konsertina í Varpinum í kvøld kl.20, sum er fingin í lag í samstarvi við Summartónar og Klaksvíkar Kommunu.
Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Varpinum: https://varpid.fo/tiltak/summartonar-laura-farre-rozada-klaver/
Ella við dyrnar undan konsertina.
Seinastu tíðindini