Føroya Bjór renningin verður á Norðoyastevnu
Eins og undanfarin ár skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini á norðoyastevnu. Renningin er nú vorðin ein fastur táttur á norðoyastevnu, og er hetta er 29. fer at Treysti skipar fyri renningini. Renningin verður leygardagin 30. mai kl. 11:15 og er fyri bæði børn og vaksin.
Renningin er kend fyri hugnaliga stemningin, góðu rennirutuna og stóra áhugan frá áskoðarum kring býin. Kom og uppliv serliga Norðoyastevnu stemningin við árligu Føroya Bjór renningini í miðbýnum í Klaksvík.
Tey vaksnu renna 5 km, ímeðan børnini renna umleið 400 m. Hetta er eitt perfekt høvi at royna seg á 5 km teininum um tú ert ein royndur rennari ella bara hevur hug at vera við í norðoyastevnu hýrinum.
5 km teinurin er serligur, tí hetta er einasta góðkenda og uppmálaða 5 km rutan í Føroyum. Tí er eisini møguleiki hjá rennarum at seta met, ella kvalifisera seg Oyggjaleikir.
Tey vaksnu renna 5 km á góðkenda teininum gjøgnum býin. Byrjað verður við Betri banka, og málið er uttanfyri Norðoya Sparikassan.
Skráin fyri renningina sær soleiðis út:
kl. 11:15 Menn/Kvinnur/Veteranar/superveteranar – 5 km
kl. 12:00 Børn ymsir aldursbólkar – styttri teinar umleið 400m
kl. 12:30 Heiðursmerkjahandan
Heiðursmerki verða latin til fremstu rennarar í øllum bólkum, umframt gávukort til skjótastu kvinnu og mann á 5 km teininum.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Nærri kunning um freistir og startnummur verður kunngjørd seinni.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við til ein góðan og hugnaligan rennidag á Norðoyastevnu!