Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stellu-trolararnir aftur á slóðina

SKRIVAÐ: Ólavur Waag Høgnesen  |  22.05.2026 - 21:30 Myndarøð Tíðindi

- eitt modell av hekkutrolarunum Stellu Kristinu/Stellu Karinu verður víst fram í býráðshúsinum leygardagin

 

Í 1960 stovnaðu Laksafoss-brøðurnir Erling, Trygvi og Hallur Pf. Stella, í 1968 og 1969 komu nýbygdu hekkutrolararnir Stella Kristina og Stella Karina á vágna, og í 1971 bygdu teir stellubygningin, sum í dag er býráðshús.

Í 1973 vórðu stellurnar báðar seldar til Útgerðarfélag Akureyringa (ÚA) á Akuroyri. Hósdagin 1. novembur tað árið komu tær til Akuroyrar, har stór mannafjøld tók ímóti. Skipini fingu nýggj  nøvn - Sléttbakur og Svalbakur.

Nú koma stellurnar aftur til Klaksvíkar!

 

Stellu-modell í býráðshúsinum leygardagin

Hesa ferð verður tað sum eitt modell. Tað er Elvar Þór Antonsson í Dalvík, sum hevur gjørt tað sera snøgga modellið av skipunum báðum á ein snildan hátt. Stella Karina og Stella Kristina vóru systirskip, men bregðaðu smávegis frá hvørjum øðrum – tí hevur Elvar Þór gjørt stýriborðs- og bakborðssíða ymiskar.

Stellu-modellið, sum var avdúkað 1. nov. 2023 í hølum hjá ÚA, er vanliga at síggja á ídnaðarsøgusavninum á Akuroyri. Í dag fríggjadag komu 36 mans mans úr Íslandi við Norrönu; teir eru limir í bólkinum ”Stellurnar - áhugabólkurin til frama fyri søguni hjá ÚA-trolarunum”. Við sær hava teir Stellu-líkan (liiikan, sum íslendingar siga), so klaksvíkingar og onnur hava høvi at síggja hann.

 

Framsýning og kórsangur

Klaksvíkar kommuna hevur bjóðað hópinum í býráðshøllina í morgin, leygardag, frá kl. 14.00, til eina almenna samkomu. Karl Johansen, borgarstjóri, fer at halda røðu, Stellu-modellið verður at síggja (einans hendan seinnapartin!) og íslendski hópurin fer at framføra kórsang.

Tá ið stellurnar komu til Íslands í 1973, vórðu verksmiðjurnar tiknar úr skipunum báðum, og Sléttbakur og Svalbakur avreiddu feskfisk til virkini á landi. Gomlu stellurnar vóru í drift í Íslandi í fleiri enn fýra áratíggju.

Samanborið við skipini, sum menn har vóru vanir við, vóru stelluskipini eitt ógvusligt framlop, ikki minst tá ið tað kom til manningarumstøður. Alt var so snøgt og væl umhugsað, sum ein stellumaður sigur í bókini hjá Birgir Waag Høgnesen um stellurnar.

Tað var Fúsi Helga, ein av oddamonnunum í Stellu-bólkinum, sum tók stig til at fáa eitt modell gjørt av stellunum. Tað er eisini hann, sum hevur tikið stig til føroyatúrin. Fúsi hevur sjálvur siglt við bæði Sléttbaki og Svalbaki.

 

Menn vildu ikki av stelluskipunum

- Tað var gravgangur eftir at sleppa við stelluskipunum – og menn fóru ikki av teimum aftur! Tá ið hugsað verður um, at talan er um 40-45 ár, so hava lutfalsliga fáir mans verið við hesum báðum skipunum, sigur ein av fyrireikarunum av Føroyatúrinum, Fúsi Helga.

Burtur úr hesum hevur myndast fyribrigdið ‘stellumenn’, sum hevur sín egna samleika.

- Hetta er ein klubbur, so at siga, av monnum, sum hava havt tann serliga kjansin at vera við einum ella báðum stelluskipunum, í flestu førum í fleiri ár, sigur Fúsi Helga.

Fúsi Helga sigur, at stellumenninir hava glett seg til hendan túrin, ikki minst til møguleikan at vísa fram stellu-modellið í Klaksvík, haðani stellurnar komu. Íslendski stelluhópurin steðgar í Føroyum til týsdagin.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…