Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ kvinnurnar kempaðu sigurin heim

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  30.04.2026 - 22:59 Ítrottur Tíðindi

Tað var fitt av fólki møtt til dagsins toppdyst í Klaksvík, tá ið KÍ tók ímóti Víkingi. Áðrenn dystin vistu vit, at hetta kundi gerast ein spennandi dystur, millum tvey lið, ið royna at spæla skjótan fótbólt.

Allan fyrra hálvleik var spælið ikki nakað at reypa av frá báðum pørtum. Bólturin ferðaðist nógv aftur og fram, og hóast KÍ hevði næskastu royndirnar, og eina leikliga yvirvág, so var dysturin á lívi, tá ið liðini fóru til hálvleiks.

Størsta kjansin í fyrra hálvleiki hevði Sólja Ernstdóttir, ið rakti síðuneti, eftir góða renning.

Í seinna hálvleiki tók KÍ meiri yvir, og dysturin broyttist eisini tá ið Víkingaleikarin, Arnborg Lervig, fekk reyðakort fyri tað sum sáð út til at vera hevnissøka.

Fyrst skoraði Sólja Ernstdóttir, eftir at Jancy Mohr hevði vunnið bóltin og lagt væl innfyri í fimmeturin, har Sólja kundi seta fótin á bóltin, og skorða til 1-0.

Eftir fyrsta málið bleiv spælið hjá KÍ nógv betri, og Víkingur hótti ongantíð veruliga aftur í dystin.

Málið til 2-0 gjørdi júst innskifta Birita Mohr, sum var komin á vøllin fyri Sólju Ernstdóttir. Málið kom eftir góða framlegging frá Óluvu Joensen í málinum, til Tórunn Joensen, sum setti ferð fram eftir vøllinum, og legði neyvt innfyri til Biritu Mohr, ið kundi stýra bóltin í netið til 2-0. Flott spæl og væl avsluttað av 19 ára gomlu Biritu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…
Tiltøk í vikuni
Vit seta eina fjølbroytta skrá saman til…
Skjótt at byggja
Einfaldari at avgreiða byggimál og endur…
KÍ vann sera undirhald­andi dyst
Myndarøð: KÍ - NSÍ (4-2)
Ommu- og abbakaffi í Varpinum
50 ár í starvi á Estra
Hugnaløta fyri sjómansfamiljur
Minningarorð um Fastur mína, Eydnu Kjeln…
Norð­oyastevnan = Norð­oyastevnuteitið