Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggi leiðarin í Kvinnuhúsinum er Asløg Schytter Andersen

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  30.04.2026 - 06:33 Tíðindaskriv

Tað verður Asløg Schytter Andersen, sum frá 1. juni skal leiða Kvinnuhúsið.

 

 

Hon kemur úr einum starvi hjá Landsverki, har hon hevur arbeitt við samskifti, leiðsluráðgeving og skipanarmenning. Asløg Schytter Andersen er cand.mag. innan tað antropologiska økið við sergrein í javnstøðuspurningum og empowerment-háttum. Hon hevur drúgvar royndir við strategiskari menning, verkætlanarleiðslu og samskifti, og hevur starvast sum fasilitator og undirvísari í fleiri ymiskum høpum.

“Sum samfelag hava vit eina stóra uppgávu fyri framman, tá tað snýr seg um at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum. Tað er ein javnstøðuspurningur, tí tað í stóran mun eru kvinnur, sum verða raktar av hesum slagi av harðskapi, og tað hevur álvarsligar avleiðingar bæði fyri tær og børn teirra. Vit skulu byggja upp meira vitan á økinum, so vit kunnu taka kjakið um avbjóðingar og loysnir á einum upplýstum grundarlagi og seta ítøkilig tiltøk í verk við støði í hesari vitan. Vit skulu gera upp við tí skomm og skuld, sum ofta fylgir við harðskapinum. Vit skulu arbeiða miðvíst við fyribyrgjandi tiltøkum. Tað er nógv at fara í gongd við, og tí gleðir tað meg eisini, at nýggja samgongan hevur arbeiðsøkið hjá Kvinnuhúsinum á dagsskrá.

Tað er ein hjartasak hjá mær, at vit øll kunnu vera partur av einum tryggum og fríum samfelagi, har okkara rættindi eru tryggjað. Eg gleði meg til samstarvið við allar aktørar á økinum, og gleði meg til at menna Kvinnuhúsið saman við mínum nýggju starvsfeløgum, so vit eisini framyvir standa sterk sum ein kreppumiðstøð við høgari fakligheit innan harðskap, menna okkum sum vitanarstovnur og geva trygga og fakliga ráðgeving til øll, ið hava tørv á okkum – uttan mun til kyn”, sigur Asløg Schytter Andersen.

Asløg er 38 ár gomul og úr Danmark. Hon hevur búð í Føroyum síðani 2022, og er nýliga flutt til Skopunar saman við sínari familju.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Virkið Vár: Hugni við skótunum
Góður ársfjórð­ingur hjá Føroya Banka
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille T…
Tiltøk í vikuni
Støkk havt aðalfund
Nýggi leiðarin í Kvinnu­húsi­num er Asløg…
Virkið Vár: Várkafé á bókasavninum
Nógvir kendir og sera spennandi nýggir t…
Nýtt staklag og sjónbandalag frá Eivør 
Fimleika­høllin verður veruleiki!
KÍ spældi seg trygt í hálvfinalurnar
Marius Ziska á Tórsfest 2026
Vikuskiftirmøtir hjá kirkjuliga missións…
Býráðsskráin 30. apríl
Virkið Vár: Verkstova um matoyðsl í Róti…
Næmingar á Matvørubreyt­ini á TSK staðið…
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hj…
Summar­ansing 2026
Fóðurflaki á Lambavík
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Lýsing