Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tiltøk í vikuni

SKRIVAÐ: Visit North  |  30.04.2026 - 06:41 Mentan Tíðindi

Nú er Virkið Vár, og nógv er at fara til. Vit vóna at síggja nógv fólk til tiltøkini.

 
Hósdagin 30. apríl

Kl 16-17.15 bjóðar Stjørnan til Trille Trolle hondbólt fyri 2-4 ára gomul børn. Børnini skulu koma saman við einum vaksnum. Venjingin og spælið er í KÍ høllini.
Kl 16.30 er bókakafé á Klaksvíkar Bókasavni. Bókavørarnir fara at fortelja um hvørjar nýggjar bøkur eru komnar.
Kl 18.30 bjóða grønu skótarnir í Klaksvík til eina hugnaliga løtu á økinum hjá grønu skótunum. Vit fara at rudda í okkara nærumhvørvi, grilla sneisabreyð og skúmgæti, spæla skótaspøl og hava skótaquiz. Øll eru vælkomin.
Kl 19.30 er konsert í Christianskirkjuni við Sankt Anæ Kammerkor.
Kl 20 er konsert við Rana Nolsøe í testovuni Marin Malenu. Konsertin er ókeypis, men atgongumerki má bíleggjast á bsg.fo

 

Fríggjadagin 1. mai, Dýri Biðidagur

Kl 17 er konsert í kirkjuni á Kirkju við Hans Andrias Jacobsen og øðrum. Hetta er partur av fólkatónleikastevnuni hjá Summartónum.
Kl 18 er backgammon-kvøld í kafé Fríðu. Kl 18 er skráseting, og kappingin byrjar kl 19.

 

Leygardagin 2. mai
Kl 10 kunnu borgarar í Klaksvíkar Kommunu fáa ein plantupakka frá býargartnaranum uttanfyri bókasavnið.
Kl 11 byrjar NS hálvmarathon uttanfyri Norðoya Sparikassa.
Kl 11-18 eru Luksus Loppur í Badmintonhøllini.
Kl 15 er klassisk konsert í Varpinum við Aksel Remmel á klaver, og Félix Nunes á sello.
Kl 17 er fólkatónleikastevna við blandaðum tónleikarum í Hattarvíkar kirkju.
Kl 17-19 er opin pallur í Varpinum fyri børn.
Kl 19 er testovukonsert við Niclas Hera Jákupsson og Tórfríð Tavsen. Konsertin er ókeypis, men neyðugt er at tryggja sær pláss á bsg.fo
Kl 21 er kafé quiz í kafé Fríðu

 

Sunnudagin 3. mai
Kl 19-20 er føroyskur dansur fyri alla familjuna í Skálanum. Børnini fáa saft og tey vaksnu fáa kaffi.

 

Mikudagin 6. mai
Kl 18.30-21.30 er mikukvøld á Hermótinum. Hermótið heldur til á Heygavegi 42.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Upptakt: KÍ-EB/­Streymur
Norð­oyastevnuskráin LEYGADAGIN
Myndarøð: KRF-manningar­nar 2026
Havnarbátu­rin, Klaksvík­ingur og Ormurin…
Eydna skal giftast!
Eydna skal giftast!
Myndarøð: Talvkapping á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnan í Varpinum
Jákup Pauli Johansen 50 ára starvsdag á…
Lýsing